Havn: - Eg havi áður búð her í Suðurstreymoy. Og nú gleði eg meg til at koma aftur, sigur 35 ára gamli Derhard, sum hevur búð 10 ár í útlegd.
Derhard Olsen søkti starvið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og í farnu viku fekk hann at vita, at hann varð settur í hetta starvið. Her skal hann samstarva við Bergur D. Joensen og Hera Joensen.
Hóast Derhard ikki enn er innsettur í starv sítt, hevur hann sínar hugsanir um, hvat hann millum annað fer at leggja dent á í tænastu síni – til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjuliðið:
- ¬Eg vil fegin gera mítt til at skapa eina kirkju, sum kann fevna um øll og sum kann røkka til allar aldursbólkar í Suðurstreymoy!
Derhard Olsen er giftur við Nicolinu og eiga tey tvey ára gomlu dóttrina, Rebekku. Hann hevur virkað eitt skifti sum prestur í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn.
Hann verður innsettur við eina gudstænastu í februar mánaði. Í sóknini eru fýra kirkjur – Vesturkirkjan, eins og kirkjurnar á Argjum, Kirkjubø og í Hesti.
Stórur áhugi
Hetta hevur verið ein stríggin tíð hjá starvsfólkunum á skrivstovuni í Bispagarðinum. Og serliga man bispur hava havt úr at gera hesar seinastu nógvu mánaðirnar.
Tað hava verið drúgvar samráðingar við myndugleikarnar um at fáa allar lógir og greinar til rættis fyri at kunna seta hesi størvini: Nú gjørdist so umsíðir gjørligt hjá føroysku fólkakirkjuni at fáa sett tey fimm prestastørvini og starvið sum dómpróstur.
Fyrstu lýsingarnar um at hesi størvini vórðu lýst leys, komu út í november, og varð freistin at søkja sett til 10. desember í fjør. Og tað vísti seg beinanvegin, at stórur áhugi var fyri at søkja.
Til fleiri av størvunum vóru bæði fimm og seks umsóknir, og ikki færri enn tríggir av verandi prestunum vildu vera dómpróstar. Og tær seinastu vikurnar hava fólk í rættiliga nógvum kirkjuráðum umrøtt allar hesar umsóknirnar.
Eftir teirra innstilling varð málið latið Jógvan Fríðriksson bispi, áðrenn hann læt tað yvir til mentamálaráðharra okkara, Helenu Dam á Neystabø at seta í starv.
Hesin møguleikin hevur ikki verið seinastu 2-3 árini, og tí komu allar hesar starvssetanirnar so at siga í senn.
Men nú er ein loysn funnin á málinum, soleiðis at føroyska kirkjan á fyrsta sinni í nýggjari tíð, hevur sett so nógvar prestar í starv eftir góðum mánaði.
Setan í starv
Gongdin henda seinasta mánaðin hevur verið hon, at teir settu prestarnir sohvørt eru vorðnir innsettir til tænastu sína kring landið. Higartil eru tveir prestar innsettir.
Næstseinasta sunnudag varð Hanus á Gørðum innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og í gjár varð Símun P. Jacobsen innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldi við eina hátíðargudstænastu sum eisini varð víst í Kringvarpinum seinnapartin ígjár. Komandi sunnudag verður so Theodor E.D. Olsen settur – aftur, kunnu vit siga – í prestastarvið í Kvívík.
Síðani verður stórur dagur í Dómkirkjuni, tá bæði prestur og dómpróstur verða innsett sunnudagin 31. januar. Her er talan um Una Næs, sum er nýggjur dómpróstur og Ann Dahl Hansen sum er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
Tá henda gudstænastan er avgreidd, er bert tann eini presturin eftir at seta í hesum umfarinum – nevniliga Derhard Olsen í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Fleiri av prestunum, ið nú annaðhvørt eru ella verða settir, koma úr øðrum størvum, og tí er neyðugt at lýsa hesi leys av nýggjum. Her er talan um starvið sum sóknarpestur í Fuglafirði, eftir Una Næs og í Hvalba eftir Símun Jacobsen og Ólavur Rasmussen.
Búgva á staðnum
Ein viðkomandi spurningur hjá einum presti, ið kundi hugsað sær annað starv, er møguleikarnir fyri búseting.
Í lýsingunum eftir presti stóð tilskilað, um tænastubústaður fylgdi við ella ikki. Í onkrari av lýsingunum, har prestagarður stendur tøkur, varð beinleiðis sagt, at presturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Her fær prestur altso tillutað ein prestagarð, har hesin og húski hansara kunnu flyta inn og liva undir góðum umstøðum.
Í teimum settu størvunum varð greitt, at fyri prestastørvini t.d. á Strondum, Kvívík og Klaksvík fylgdi bústaður við, - ávikavist á Gjaranesi, Kirkjuteigi og á Brekku 5.
Men hetta sama ger seg ikki galdandi t.d. fyri starvið sum sóknarprestur við Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Her verður neyðugt hjá Derhardi Olsen at útvega sær bústað sjálvur.
Hann og konan hava eitt grundøki í Havn, og er ætlanin at búseta seg her.
Hugskot
Eitt er tað, at øll tey lýstu størvini eru sett. Ein annar spurningur er, at talan í flestu førum eru um ungar menn og kvinnur sum hava fingið hesi størvini.
Miðalaldurin á teimum nýggju prestunum er ikki serliga høgur, og tí er ikki óhugsandi, at hesir prestarnir fara at verða – ella kunnu verða – í størvunum í mong ár aftrat, kanska restina av tænastutíð teirra.
Um hetta eru helst ymsar meiningar, men ein sannroynd man vera, at tað altíð er trupult hjá einum kirkjuliði at skula av við ein prest – yngri sum eldri – og sum tey hava verið sera fegin um.
Tað eru tey sum halda, at ein ungur prestur ikki skal byrja tænastu sína í einum fólkaríkum øki, prestagjaldi ella býi, har hesin veruliga kann fáa sett fleiri av hugskotum og ætlanum sínum út í verk.
Hinvegin so eigur ein prestur ongatíð at gloyma, at hann fyrst og fremst skal røkja tær tænasturnar sum hoyra kirkjuni og kirkjuliðinum til, men at hesin eftir umstøðunum eisini ger húsvitjanir, skipar fyri serstøkum gudstænastum, skeiðum og annað.
Tað eru eisini tey ið - av røttum ella órøttum – halda, at fleiri av prestastørvunum í útjaðarinum eru meiri ætlað prestum, sum eru komnir nakað upp í árini og sum vilja vera í hesum starvinum til teir fara frá fyri aldur.
Í øllum førum kann staðfestast, at miðalaldurin á føroysku prestunum er lækkaður munandi henda seinasta mánaðin.
Prestatúrur til Nólsoyar
Í dag er støðan hon, at nógvir lutvíst yngri prestar eru í størvum í útjaðarinum, t.d. Eiði og Vági, men í dag eru viðurskiftini at ferðast oyggjanna millum so góð, at tað slepst fram og aftur sama dag á flestu støðum.
Soleiðis er tað í roynd og veru eingin forðing fyri at verða prestur á Viðareiði, Sandoy ella Eiði og kunna luttaka við virksemi á øðrum støðum. Hetta sæst serliga aftur í føstuni, tá føstugudstænastur verða hildnar kring alt landið:
Her ber til hjá prestinum á Sandoy at hava eina gudstænastu í Gásadali, Árnafirði ella við Gjógv og verða aftur sama kvøld. Øvugt ber eisini til hjá Viðareiðispresti at hava føstugudstænastu í Sørvági, Dali ella Selatrað og vera við hús sama kvøld.
Dømi eru eisini um prestar sum hava undirvíst ella hava staðið fyri kórum á øðrum staði enn tí, har teir búðu, tí tað er so lætt og einfalt at ferðast í dag. Í øðrum føri hava prestarnir í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eisini Nólsoy sum sína kirkju. Her ber til hjá teimum at fara við Rituni sunnumorgun og hava bæði gudstænastu og húsvitjan seinnapartin, áðrenn leiðin verður løgd aftur til Havn. Á mannamáli verður hesin morguntúrurin sunnudag ofta nevndur “prestatúrurin”.