Tað hendi í annars so friðarligu gøtuni Offerton Road í London. Dagurin er týsdagur, 2. juli í ár. Í góðveðrinum liggur ein maður úti og sólar sær. Knappliga kemur ein stórur ísklumpur sendandi niður úr luftini og brestur í jørðina - bert ein metur haðani, maðurin liggur.
Men, sum løtan gongur, vísir tað seg, at hetta ikki bara er ein ísklumpur, tí inni í ísinum er ein deyður maður, ið er dottin úr einum flogfari, sum er í ferð við at lenda í Heathrow-lufthavnini nakað uttan fyri býin.
Tað hevur tikið sína tíð hjá bretsku løgregluni at eyðmerkja mannin, sum hildin varð at vera afrikanari. Flogfarið varð nevniliga komið úr høvuðsstaðnum í Kenya, Nairobi.
Journalistar hjá Sky News settu sær fyri at royna at finna út av, hvør ókendi maðurin var. Tey fór tískil niður til Nairobi. Har fingu tey at vita, at ein maður, sum fekst við reinhald á flogvøllinum, hevur verið saknaður.
Ikki langt burtur frá flogvøllinum í Nairobi møttu journalistarnir nøkrum starvsfólkum, sum maðurin hevði arbeitt saman við. Ein ung kvinna, tey snakkaðu við, segði, at deyði maðurin helst var ein av hennara starvsfeløgum og samstundis sjeikur hennara.
Tá journalistarnir hjá Sky News vístu henni mynd av deyða manninum, segði hon, at hetta helst var hin saknaði, Paul Manyasi, og hon helt seg eisini kenna ryggsekkin, sum varð funnin í garðinum uttan fyri London.
Unga kvinnan fortaldi journalistunum, at tey bæði høvdu snakkað um at lata seg gifta og fáa sær børn, men trupulleikin hjá teimum hevði verið fíggjarliga støðan. Hon fortaldi eisini, at tey fingu lítla løn í reingerðarfelagnum, har tey arbeiddu.
Sum skilst, hevði maðurin, sum datt úr flogfarinum hjá Kenya Airways í London, krógvað seg inni í hjól-skipanini í flogfarinum, meðan tað stóð á flogvøllinum í Nairobi.
Unga kvinnan heldur, at hetta hevði verið ein sonevnd impuls-avgerð hjá Paul Manyasi, og at hann neyvan visti, hvagar flogfarið fór, og kvinnan sigur eisini, at ungi maðurin bara hvarv úr arbeiðnum henda morgunin.
Ein annar starvsfelagi hjá Paul Manyasi sigur við Sky News-journalistarnar, at maðurin, sum datt niður úr flogfarinum, hevði droymt um at sleppa at arbeiða í øðrum landi.
Journalistarnir hittu eisini tey, sum standa aftan fyri reingerðingarfyritøkuna á flogvøllinum, men her vissaðu tey journalistarnar um, at eingin av teirra starvsfeløgum var saknaður. Tey søgdu seg at hava fult yvirlit yvir síni starvsfólk.
Men, fólkini hjá Sky News hildu fram við sínum arbeiði at finna út av, um talan nú var um Paul Manyasi. Tey leitaðu fram til foreldur hansara í einari bygd í umhvørvinum, og her søgdu tey, at Paul Manyasi var elstur í stórum systkinaflokki.
Tey søgdu seg vita, at hann arbeiddi í Nairobi, men tey høvdu einki hoyrt frá honum síðan fyrst í juli. Tá journalistarnir vístu foreldrunum mynd av manninum, sum var dottin úr flogfarinum, staðfestu foreldrini, at hetta helst var Paul Manyasi.
Bæði løgreglan í Bretlandi og Kenya siga, at kanningarnar av málinum halda fram, men tey leggja samstundis aftrat, at enn er eingin niðurstøða um nakað sum helst í hesum sambandi.
Seinasta: Síðan vit á In.fo løgdu hesa grein út, er komið fram, at pápi Paul Manyasi, sum Sky News hevur vitjað, sigur seg hava sagt ósatt fyri journalistunum. Nú sigur hann, at sonurin situr í fongsli í Kenya - og ikki er maðurin, sum datt niður úr flogfarinum.