Eftir at ein ketta hevði gingið við brotnum læri í fleiri vikur, tí eigarin ikki hevði pengar til eina skurðviðgerð, noyðast nú bæði foreldur og dóttir í fongsul.
Dóttirin, sum Hordaland Tingrættur metir hava ábyrgd av kettuni, er dømd í 60 dagar fongsul, meðan foreldrini, maður og kona, eru dømd í 45 dagar fongsul.
Famijan er dømd í fongsul, tí rætturin metti ikki, at tey høvdu gjørt nóg mikið fyri at hjálpa kettuni, sum hevði brotið lærið.
Tey funnu kettuna við álvarsligum skaðum, eftir at hon hevði verið úti í nakrar dagar..
Dóttirin fór beinanvegin til djóralæknan við kettuni, men djóralæknin segði, at ein skurðviðgerð fór at kosta millum 24.000 og 30.000 norskar krónur, og ein avlíving fór at kosta millum 2500 og 3000 krónur.
Familjan helt seg ikki hava ráð til skurðviðgerðina beinanvegin, og fyri tey var tað ikki upp á tal at avlíva kettuna.
Tískil vildu tey savna saman pengar í eina tíð og síðan lata kettuna skurðviðgera, tá tey høvdu nóg mikið av pengum.
Tað var ein granni, sum meldaði familjuna, tá tey sóu, at kettan gekk við brotnum læri.
Dómurin í Hordaland Tingrætti er, at øll trý - dóttir og bæð foreldrini - nú noyðast inn at sita, tí tey ikki tóku sær forsvarliga av kettuni.
Norska familjan heldur ikki, at tey hava gjørt nakað skeivt. Hinvegin sigur norska rættarskipanin, at tey áttu at havt tikið sær betur av kettini, so líðingin ikki gjørdist so stór.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - ið telist millum norsku miðlarnar, sum skriva um málið, kann dómurin kærast, men í løtuni er ógreitt, um familjan fer at kæra dómin til hægri rætt.
Meira um fongsulsdómin í Noregi kann lesast á hesi leinkju - https://www.nrk.no/vestland/mor_-far-og-dotter-ma-i-fengsel-for-a-ikkje-ha-hjelpt-katten-sin-1.17565701