FBI: Hava handtikið tann sum skeyt Charlie Kirk

DAGFØRING: Persónurin sum var handtikin fyri at hava skotið Trumpul, er nú leyslatin

Guvernørurin í Utah, Spencer Cox, kallar skottilburðin, har aktivisturin Charlie Kirk doyði mikudagin, fyri eitt politiskt morð. - Mynd: Jim Urquhart/Reuters

DAGFØRING kl 01.15:

 

FBI-stjórin sigur nú, , at persónurin, sum varð varðhaldsfongslaður fyri at hava skotið Charlie Kirk, er leyslatin eftir avhoyring.

 

-----

Tann mistonkti fyri at skjóta tann dripna aktivisturin Charlie Kirk er í varðhaldi hjá løgregluni, sigur FBI-leiðarin.

 

Ein, sum er undir illgruna fyri at hava skotið konservativa politiska aktivistin Charlie Kirk mikudagin, er í varðhaldi hjá løgregluni.

Tað boðar stjórin í FBI, Kash Patel, frá á sosiala miðlinum X.

- Tann, sum er undir illgruna fyri ógvusliga skottilburðin í dag, sum drap Charlie Kirk, er nú í okkara varðhaldi. Takk til lokalu og statsmyndugleikarnar í Utah fyri samstarvið við FBI.

- Vit fara at veita dagføringar, tá tað ber til, legði Patel afturat.

Sambært NBC News er hetta í andsøgn við fráboðanir frá lokalum myndugleikum.

Samstundis sum Patel dagførdi X, varð tíðindafundur hildin í statinum Utah, har skottilburðin fór fram á Utah Valley University.

Her sigur leiðarin fyri almennu trygdina í Utah, Beau Mason, at ein mistonktur varð handtikin stutt eftir skottilburðin. Hann varð seinni leyslatin, sambært CNN.

- Hann varð leyslatin, tí vit staðfestu, at hann ikki passaði til mistonkta aftanfyri skottilburðin.

- Hann hevur settur í eitt fongsul av løgregluni á Utah Valley University fyri at forða fyri rættvísisins gongd. Vit hava framvegis eina virkna kanning í gongd av ákærda, sigur Beau Mason.

Guvernørurin í Utah, Spencer Cox, sigur á tíðindafundinum, at hetta er tað, sum hann lýsir sum eitt politiskt morð. Tíðindastovan AP skrivar.

Sambært myndugleikunum var bara ein persónur við í skottilburðinum, sigur Cox á tíðindafundinum.

- Í løtuni eru ongar upplýsingar, sum fáa okkum at trúgva, at tað er ein annar persónur við, sigur Cox.

Tann, sum er í varðhaldi hjá løgregluni, verður í løtuni avhoyrdur, heldur Cox fram.

Beau Mason segði á tíðindafundinum, at myndugleikarnir ikki hava eina meira fullfíggjaða lýsing av ákærda enn at viðkomandi var í myrkum klæðum.

31 ára gamli Charlie Kirk varð dripin av einum skoti, sum kom úr fjarstøðu, møguliga av einum taki, legði Mason afturat sambært CNN. Myndugleikarnir hava sínar upplýsingar um illgrunasama gerningsmannin frá videoupptøkum.

Ein leiðandi FBI-embætismaður, sum ikki segði navn sítt, sigur við NBC News, at tann persónurin, sum lokalu myndugleikarnir í Utah hava í varðhaldi, er tann persónurin, sum stjórin í FBI, Kash Patel, nevnir á X.

Sambært embætismanninum er FBI víst í, at hesin persónurin er gerningsmaðurin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Guvernørurin í Utah, Spencer Cox, kallar skottilburðin, har aktivisturin Charlie Kirk doyði mikudagin, fyri eitt politiskt morð. - Mynd: Jim Urquhart/Reuters