Dráttur bjóðar oddaliðnum av

Tríggir dystir í meistaradeildini hjá kvinnum verða um vikuskiftið, og oddaliðið Mjølnir fær óivað ein harðan dyst, tá ið Dráttur, sum seinasta vikuskifti koppaði TB í Trongisvági, kemur á vitjan.

Tað er nógv, sum bendir á, at kappingin um føroyameistaraheitið í flogbólti hjá kvinnum longu er avgjørd til fyrimuns fyri Mjølnir, men sjálvar vilja klaksvíkskvinnurnar ikki hoyra talan um hetta.

Hava virðing fyri Drátti
Fyrr í vikuni segði ein av leikarunum hjá Mjølnir, Vera Larsen, her í blaðnum, at tær mettu dystin sunnudagin móti Drátti í Klaksvík sum ein sera truplan dyst, ið kann koma at hava avgerðandi týdning í stríðnum um meistaraheitið.
Dráttur vann farna vikuskifti rættuliga óvæntað á hinum oddaliðnum TB í Trongisvági, og harvið syrgdu kvinnurnar úr Vágum fyri, at gullið so gott sum er í hondunum á Mjølnir. Men vinnur Dráttur á Mjølnir sunnudagin, so kann spenningur koma í aftur kappingina.
TB skal í dyst í dag, tá ið tær fáa vitjan av ÍF. Tað er lítið at ivast í, at heimaliðið fer at gera sítt til at reisast eftir ósigurin farna vikuskifti, og dysturin móti fuglfjarðakvinnum er eisini ein seinasti møguleiki at fínpussa formin undan steypafinaluni móti Mjølnir, sum verður um eina viku.
Triðji dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskifti verður í morgin, tá ið botnliðið SÍ fær vitjan av einum øðrum botnliði KÍF. SÍ hevur bitið væl frá sær í seinastuni, og møguleiki er fyri, at sørvágskvinnur fáa nøkur stig til høldar í morgin.