DR2 vísir finaluna í Final Four í Champions League

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin skulu takast við Barcelona í finaluni

Mynd: Füchse Berlin

Fyrr í dag var tað greitt, at Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu seg í finaluna í FINAL FOUR í Champions League, ið verður leikt í Lanxess høllini í Köln. 

 

Füchse Berlin vann 40-35 á týsku meistarunum, SC Magdeburg í hálvfinaluni. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-17.

 

Hákun var sera effektivur í dystinum. Hann fekk fimm málmøguleikar og hann setti allar í netið.

 

Í finaluni, ið verður leikt í morgin klokkan 17 í somu høll møtir Füchse Berlin katalanska stórliðnum, Barcelona.

 

Barcelona vann í sínari hálvfinalu 37-32 á Aalborg aftaná longda leiktíð. Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 28-28.

 

Emil Nielsen í málinum hjá Barcelona hevði 16 bjargingar, og tað var sera avgerandi.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa møguleikan at síggja finaluna, tí DR2 vísir dystin. 

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá hálvfinaluni Füchse Berlin-SC Magdeburg 40-35 (19-17):

 

##med2##

 

Mynd: Füchse Berlin