HM: Fyri fyrstu ferð í 72 ár er Sveis í fjórðingsfinaluni

Aftaná ein keðiligan dyst í 120 minuttir var Sveis betri enn Kolumbia í brotssparkskappingini

Mynd: Ritzau Scanpix

HM-áttandapartsfinalan millum Kolumbia og Sveis á BC Place leikvøllinum í Vancouver var ein tann minst undirhaldandi dysturin í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.

 

Aftaná sera óundirhaldandi 90 minuttir bleiv tað eitt vet frægari í longdu leiktíðini, men eingin støða, ið fekk okkum hyggjarar upp úr sofuni. Tó var Kolumbia heldur nærri at skora. Tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná 120 minuttir, og so var neyðugt við brotssparkskapping.

 

Davinsons Sánchez og Juan Hernández brendu fyri Kolumbia, meðan bert Manuel Akanji brendi fyri Sveis. Sveis setti fýra brotsspørk í netið, meðan Kolumbia bert megnaði at seta trý brotsspørk í netið, og endaði tað sostatt 4-3 til Sveis. 

 

Meginparturin av áskoðarafjøldini vóru kolumbianskir fjepparar, men kortini megnaðu sveisarar at vinna seg í fyrstu HM-fjórðingsfinaluna síðani HM á heimavølli í 1954. Í 1954 tapti Sveis í fjórðingsfinaluni 5-7 fyri Eysturríki. Tað er og verður málríkasti HM-endaspælsdysturin nakrantíð. Sveis var tá á odda 3-0 tíðliga í dystinum, men Eysturríki var kortini á odda 5-4 í steðginum. So nógv mál skulu vit ikki vænta at fáa í aðru HM-fjórðingsfinaluni hjá Sveis nakrantíð. 

 

Sveis-Kolumbia 0-0 - Sveis vann brotssparkskappingina 4-3.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Sveis og Kolumbia. 

 

Sunnumorgunin klokkan tvey - um náttina føroyska tíð - spælir Sveis HM-fjórðingsfinalu móti Argentina á Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix