Dramaverkstaðið á uttanlandaferð við sjónleiki

   

1. august fer ein sjónleik-arabólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn til Karleby í Finlandi á norðurlendska- og baltiska barnasjónleikarastevnu. Hendan barna-sjónleikarastevnan, sum kallast ?Barn spälar för barn" er annað hvørt ár, og er hetta onnur av sínum slag. Dramaverkstaðið luttók eisini fyrstu ferð hendan stevnan var í 2001, tá var hon í Svøríki.
Tað eru 11 børn úr 11 til 13 ár, sum manna bólkin.
Tey hava síðan oktober 2002 fingið frálæru í drama og teatur eina ferð um vikuna á Dramaverk-stað-num. Frá umleið december byrjaðu tey so at venja sjónleikin "Ikki eitt orð um morð", sum var frumsýndur í mai 2003 og aftur á Barnasjónleikarastevnuni 17. mai í Havn.
Umleið helvtin av børn-unum eru sokallaðir gamlir næmingar, t.v.s. tey hava gingið á Dramaverkstaðnum í 1 ella fleiri ár, onnur byrjaðu síðsta heyst.
Umframt at spæla sjónleik skulu børnini uppliva nógv annað, tey skulu til setanina sum verður á býartorginum 2. august, á workshoppir, útferðir, veitslur og í sjónleikarskrúðgongu. Til Skrúðgonguna hava børnini eisini fyrireika seg, við sangum, violinspæli og at ganga á stúltum. Ja, tey hava havt úr at gera og eru sera spent at fara avstað.
Tað er av stórum týdningi at børn og ung sleppa at royna seg millum børn og ung úr øðrum londum, tey mennast av hesum og finna eisini út av hvørjum støði tey sjálvi eru á, tey fáa íblástur og ikki minst nýggjar vinir. Børnini eru eisini greið yvir, at hetta er ein møguleiki fyri at Føroyar vera kendar uttanlanda, og vit á Dramaverkstaðnum hava eftir hondini góðar royndir í so máta, tí einki er meira sannheit enn at: "Tað liggur altíð ein sólglæma yvir børnum" (kvæði)
Vit á Dramaverkstaðnum takka øllum sum hava stuðla okkum við hesi ferðini.