Drekkivatnið er dálkað

- Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, siga tey í Sjóvar kommunu

Í Sjóvar kommunu mæla tey í dag fólki Innan Glyvur til at kóka drekkivatnið.

 

- Í samband við regluliga kanning av vatninum Innan Glyvur, eru staðfestar bakteriur í drekkivatninum.

 

Í Sjóvar kommunu heita tey tí á allar borgarar í Innan Glyvur um at kóka drekkivatnið.

 

- Hetta er okkara tilmæli, til boð koma frá okkum um, at vatnið Innan Glyvur er reint aftur, verður lagt aftrat.