Drona stongdi flogvøll og fekk SAS flogfar at skifta kós

Eitt flogfar úr Keypmannahavn fekk ikki sett seg á flogvøllinum í Bergen seinnapartin í dag, eftir at ein drona varð eygleidd.

Flogferðslan til og frá norska býnum Bergen varð í dag ávirkað, eftir at ein drona varð eygleidd á flogvøllinum.

– Ein dronueygleiðing hevur verið við Flesland, og tað er orsøkin til, at fleiri flogferðir hava noyðst at bíða. Tað hevur ávirkað fleiri flogferðir á veg inn ella út, sigur Carita Storm Røsaasen, tíðindasamskiftisfólk hjá fyritøkuni Avinor, við Bergens Tidende.

Flesland er økið, har flogvøllurin liggur.

Eitt flogfar hjá SAS úr Keypmannahavn mátti umdirigerast og í staðin lenda í Haugesund, sum er umleið 120 kilometrar longur suðuri. Tað veit Bergens Tidende at siga frá.

Flogfarið úr Keypmannahavn var tað einasta, sum mátti umdirigerast til annan flogvøll.

Seinkingin í flogferðsluni vardi tilsamans umleið 15 minuttir, boðar Avinor frá.

Fýra aðrar komur og fýra fráferðir vóru ávirkaðar av dronuflúgvingini, leggur fráboðanin afturat. Tað er ikki greitt, um hesar fráferðir og komur vóru seinkaðar ella máttu avlýsast.

Løgreglan boðaði frá, at ein drona var í økinum kring flogvøllin klokkan 13:56. Loftrúmið kring floghavnina í Bergen varð tá stongt.

Leitingin hjá løgregluni eftir dronuni og dronuflogskiparanum hevur einki úrslit givið.

Leitingin er nú endað, men eitt politimál er tikið upp, stendur í døgnfrágreiðingini hjá løgregluni.

Bergen flogvøllur hevur - eins og fleiri aðrir flogvøllir í Norðurevropa - eisini verið stongdur áður eftir at dronur vóru sæddar í økinum.

Hetta elvir til ótta fyri, at talan kann vera um russiskar dronur, sum eru sendar inn fyri at órógva ferðsluna.

 

Ritzau/NTB