Ukrainski herurin sigur seg hava lopið á tólv russisk tangaskip í Azovhavinum, sum er havið inni í botninum av Svartahavinum - millum Ukraina og Russland.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina eisini hevur lopið á oljugoymslur í russisku Tver-og Stavropol-regiónunum.
Tver-og Stavropol-regiónirnar liggja einar 500 kilometrar úr hermótinum í Ukraina.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til hesi seinastu ukrainsku álopini.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina leypir á Russland - langt inni í landinum - tí Russland dregur kríggið út og heldur fram við sínum álopum á Ukraina.
Ukrainski forsetin hevur sagt, at landið eisini hevur lopið á eina russiska oljupumpustøð í býnum, Ufa - og á ein oljuterminal í Rostov-regiónini.
Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun, og hesin greinastubbi er endurgivin av heimasíðuni - www.tv2.no
##med2##












