Walisiska songkvinnan Bonnie Tyler, sum gjørdist heimskend við hittum sum Total Eclipse of the Heart og It's a Heartache, er deyð, 75 ára gomul. (Savnsmynd: John Macdougall/Ritzau Scanpix)

Bonnie Tyler er deyð, 75 ára gomul

Walisiska songkvinnan Bonnie Tyler er deyð, 75 ára gomul.

Walisiska songkvinnan Bonnie Tyler, sum gjørdist heimskend við hittum sum Total Eclipse of the Heart og It's a Heartache, er deyð, 75 ára gomul. (Savnsmynd: John Macdougall/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar BBC.

 

Sambært eini fráboðan á heimasíðu hennara andaðist Bonnie Tyler mikukvøldið á einum sjúkrahúsi í Portugal, har hon fekk viðgerð fyri sjúku.

 

Í mai varð hon innløgd á sjúkrahús í Faro og gjørdist skurðviðgjørd í skundi fyri tarmatrupulleikar. Eftir skurðviðgerðina komu álvarsligar trupulleikar, og hon varð løgd í kunstugt koma. Í juni varð upplýst, at hon var vaknað aftur, men støðan var framvegis álvarslig.

 

Bonnie Tyler var serliga kend fyri heimshittini It's a Heartache frá 1977 og Total Eclipse of the Heart frá 1983. Hennara sermerkta hása rødd gjørdist eitt eyðkenni, eftir at hon hevði verið undir skurði í hálsinum seint í 1970'unum.

 

Hon hevði eina yrkisleið, sum vardi í nærum 50 ár, og var framvegis virkin sum tónleikari. Í 2013 umboðaði hon Bretland í Eurovision við lagnum Believe in Me.

 

Bonnie Tyler skuldi eftir ætlan spæla á konsert í Næstved í Danmark í november, men hon noyddist at avlýsa summartúrin vegna sjúkuna.

 

Bonnie Tyler hevur eisini verið í Føroyum. Tað var í 2006, tá hon vitjaði á Mjús festivalinum á Sandi.

 

Hon varð fødd í Wales í 1951 undir navninum Gaynor Hopkins. Saman við manni sínum, fyrrverandi judoutøvaranum Robert Sullivan, var hon gift í meira enn 50 ár. Tey fingu ongantíð børn.

 

Walisiska songkvinnan Bonnie Tyler, sum gjørdist heimskend við hittum sum Total Eclipse of the Heart og It's a Heartache, er deyð, 75 ára gomul. (Savnsmynd: John Macdougall/Ritzau Scanpix)