Frá 13. juli og í tvær vikur fram verður tað varaborgarstjórin í Vágs kommunu, Levi Rikshamar Mørk, sum røkir borgarstjórastarvið.
Hann fer at sita við stýrisvølin, meðan Bjarni Johansen, borgarstjóri, er í summarfrí.
- Umframt at vera varaborgarstjóri, er Levi eisini formaður í mentarmálanevndini og barna- og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.
Í Vágs kommunu verður sagt, at Bjarni Johansen verður burturstaddur frá 13. til 27. juli.
- Vit ynskja Bjarna Johansen eina góða summarfrí og Levi Rikshamar Mørk blíðan byr við borgarstjórastarvinum komandi tvær vikurnar.











