Tá Margreta drotning hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, í 2011 og í 2014 fekk hon ikki eina positiva fatan av honum.
– Eg minnist, at eg hugsaði, at hann er ikki dámligur. Eg havi ongantíð sæð so køld eygu í lívi mínum, sigur hon í stórari samrøðu í Weekendavisen.
Í 2011 var Margreta drotning á ríkisvitjan í Russlandi við Heindriki prinsi. Ta ferðina var Vladimir Putin foræstisráðharri og almenni verturin var tí táverandi forsetin Dmitrij Medvedev.
Trý ár seinni hitti hon Putin aftur í sambandi við hátíðarhaldið í sambandi við 70 ára dagin fyri landsetingina í Normandínum í Frankaríki undir seinna heimsbardaga.
Í samrøðuni við blaðið greiðir drotningin frá, at hon fylgir væl við í krígnum í Ukraina.
Tað ger hon við at »lesa øll bløðini næstan dagliga« fyri at halda seg kunnuga við støðuna í Ukraina.
Hon fegnast harumframt um, at Ukraina nú fær Leopard-stríðsvognar frá sameindum londum.
– Tey hava brúk fyri onkrum tungu. Og tey vísa eisini, at tey duga at brúka tað. Tað er hugtakandi.
– Putin helt, at hann kundi spjaða alt Evropa, men hann fekk okkum at standa saman. Tað hevur merkt nakað, at vit øll hava kunna upplivað eitt fólk, sum segði: »Nei, tað skal vera lygn«. Tað er ógvuliga sterkt, sigur Margreta drotning í Weekendavisen.
Í sama viðfangi rósar hon forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og mátanum, sum »ann fer í eitt við fólki sínum«.
Tá drotningin helt nýggjársrøðu sína 31. desember var alt tað ukrainska fólkið eisini tað fyrsta, sum fekk nýggjársheilsan frá henni.
– Sum hetjur stríðast tey fyri frælsi sínum. Tað ávirkar okkum øll, segði hon millum annað í nýggjársrøðuni.
Umframt kríggið í Ukraina tosar drotningin í samrøðuni eisini um »vinarligu viðurskiftini« hon hevði við Elisabet drotning av Bretlandi, sum doyði í september í fjør.
Hon lýsir hana sum eina fyrimynd og vísir á, at tær báðar hava havt »somu lagnu« við, at hvørgin teirra var fødd til at gerast landsins ríkisovasti.
/ritzau/