Dusko Petrusic, sum kom til felagið fyrst í hesum árinum, heldur ikki fram í Team Klaksvík. Dusko Petrusic skrivaði eftir farna kappingarár undir tvey ára sáttmála við Team Klaksvík, men tað er nú greitt, at hesin verður ikki fullførdur.
Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík, váttar fyri Jn.fo og fyri in.fo at partarnir skiljast. Tað er framvegis eitt sindur ógreitt akkurát hvat er farið fram, men Jn.fo skrivar, at dysturin móti VÍF farna vikuskiftið verður tann seinasti fyri felagið.
Team Klaksvík liggur í løtuni aftast í bestu deildin hjá monnum.