DVD-Ummæli

Ice Age 2 er um mammut elefantin Manse, dov­in­djór­ið Sid, sap­u­l­tikarin Diego og æv­iga ó­held­iga og raska lítla djórið Scrat, ið er sjúkliga stuttliga besettur av at savna akarn. Tað besta er enn einaferð Scrat og hansara sinnsjúkt stutt­liga og altíð neurotiska og fanatiska leitan eftir akarn, ið altíð enda við at skapa stórar náttúruvanlukkur. Tað er originalt at gera ein teknifilm um ístíðina, og sera læruríkt fyri børnini. Her er okkurt av gand­inum, sum er í modernaðum æv­­i­n­týrum
4 stjørnur av 6.
Ice Age: The Meltdown
Leikstjórn Carlos Saldanha.
90 minuttir.

Danir gjørdu onkran góðan ung­dóms­film í sjey­ti­ár­u­num. Serliga hend­an Vil du se min smukke navle hjá Søren Kragh-Jac­obsen er ein klass­ik­ari frá 1978, ið nú er komin á DVD. Hann er um, hvussu ringt tað er at vera í pubertetinum og forelskaður. Tey 16 áragomlu eru á legu í Svøríki. Ein lítil filmperla um at verða forelskaður, ung­ur og ein filmur um eydnu, kærleika, sorg og øvund. DVD-útgávan er einki serligt tó.
5 stjørnur av 6

An Inconvenient Truth
Al Gore og veðurlagsbroytingarnar. Film­ur­in er ein roynd at seta fram granskingina innan økið. Al Gore er al­vápn­aður við fakta um veð­ur­lagsbroytingarnar sum tema og ikki minst myturnar um, at hesar broytingar ikki eru mannaelvdar. Samanumtikið er hetta ein sera skelkandi filmur, og DVD-útgávan er góð við nógvum góðum eykatilfari.
5 stjørnur av 6.