Eden Hazard millum dýru dreingirnar

Eden Hazard hevur gjørt nýggjan sáttmála við Chelsea

Eden Hazard hevur verið millum bestu spælararnar hjá Chelsea, síðani hann kom til felagið frá Lille í 2012. Nú hevur Eden Hazard gjørt nýggjan sáttmála við Chelsea, sum er galdandi fram til 2020.

 

Les eisini:Ørar pengaupphæddir í Premier League

 

Nýggi fimm og eitt hálvt ára sáttmálin er verdur yvir eina hálva milliard krónur. Hann fær nú áleið tvær milliónur krónur um vikuna. Eden Hazard bleiv í fjør valdur til besta unga spælara í Premier League.

 

- Eg eri fegin um nýggja sáttmálan. Eg havi verið væl móttikin í Chelsea og venjarin hevur hjálpt mær at mennast sum fótbóltsspælari, sigur Eden Hazard.

 

Les eisini:Chelsea sjey stig fremst

 

José Mourinho var eitt skiftið í fjør eftir Eden Hazard, tí hann ikki arbeiddi nóg hart. Venjarin er tó fegin um avrikini hjá Eden Hazard hetta kappingarárið, og at hann hevur gjørt nýggjan sáttmála.

 

- Eg eri fegin um at hann hevur gjørt nýggjan sáttmála. Hann er longu ein toppspælari, men hann kann blíva enn betri, sigur José Mourinho.

 

Chelsea er í løtuni sjey stig fremst í Premier League, umframt at liðið er í Capital One Cup finaluni og í endaspælinum í Champions League.