Eg eri errin av flokkinum og góða úrslitinum

– Hatta var eitt sera flott valúrslit, og tað passar eisini væl til støðuna, sum flokkurin er í, sigur stovnarin og fyrrverandi formaðurin Poul Michelsen

Hesaferð stillaði Poul Michelsen ikki upp til løgtingsvalið, men hann er tríggjar ferðir valdur á ting fyri Framsókn. Tað var á fyrsta valinum hjá flokkinum í 2011, í 2015 og í 2019. Stutt eftir seinasta løgtingsval legði Poul Michelsen frá sær sum tingmaður, og Ruth Vang tók við sessi hansara.

Og tað er ikki sørt, at Poul Michelsen er errin, nú tað gekst flokkinum so væl.

– Vit eru í eini lyklastøðu, og ta støðuna mugu vit brúka, so vit fáa sum mest burturúr – og so endurgevur hann Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, sum plagdi at siga, at »einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt«.

Hann fegnast eisini um sera góða valúrslitið hjá Ruth Vang, forkvinnu floksins.

– Hatta var øgiliga flott. Hon er so sera góð og so avmáld og presis. Einki tvætl og eingi lyfti oman fyri nakað, sum flokkurin kann standa við. Tað haldi eg sjálvur, at hon hevur klárað sera væl, sigur Poul Michelsen. 

– Og hon fær eisini næstan túsund atkvøður, sum er framúrskarandi. Fólkini, sum eru komin inn fyri okkara flokk eru góð fólk, so eg eri sannførdur um, at næstan líka mikið hvat, so koma vit í landsstýrið, sigur Poul Michelsen.

Spurdur hvør er hansara favorittsamgonga, so svarar Poul Michelsen, at veldst um hvønn vinkul tú vilt hava.

Hann sær fyri sær, at tað verður ein samgonga millum Javnaðarflokkin og Framsókn og so annaðhvørt Tjóðveldi ella Sambandsflokkin afturat.

– Eg havi onga meining um hatta, men eg síggi, at tey eru í eini lykla støðu, har tey kunnu fáa væl burturúr og kunnu velja, hvønn veg tey vilja fara. Eg veit, at tey kunnu halda fram við samgonguni, sum vit vóru í, sum eg haldi var ein óalmindiliga deilig samgonga at vera í, so er spurningurin, um man kann hugsa at fáa meira úrslit á fullveldiskós við at hugsa nakað annað, tí man kann draga Sambandsflokkin lagt, heldur Poul Michelsen. 

Hann er errin av flokkinum, sum ikki hevur keypt seg til eitt gott valúrslit.

– Tað hava verið sera saklig við ikki at bjóða ov nógv. Eg haldi, at hinir flokkarnir mugu spekulera sera nógv yvir, hvussu teir skulu innfría øll vallyftini, teir hava givið fólki fyri at blíva vald. Tað verður sera dýrt, og teir skulu slúka nógvar kamelar, sigur Poul Michelsen.