Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, eg fari í minsta lagi til kappróðurin ólavsøkuaftan, har vit vanliga rópa á bátarnar hjá NHR, men í ár rópa vit eisini á Sævarmoy, dreingir 14-16 og Rádna, masters, kvinnur.
Tað sigur Hallgerð Akurstein.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Eg havi verið á nógvum ólavsøkum. Omma og abbi búðu í Tróndargøtu í Havn, so tað var nokso upplagt. Men við smábørnum havi eg ofta hildið, at tað er líka hugnaligt at hugna sær í góðveðrinum norðanfyri, um ólavsøkuveður er í Havn, sigur hon brosandi.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Eg elski at síggja øll tey flottu føroysku klæðini! Vit høvdu eina abbasystir, sum gjørdi nógv føroysk klæðir, teknaði mynstur av á Fornminnasavninum; hon bant og broderaði fyri fólk, so vit eru uppvaksin við føroyskum klæðum og hugburði til klæðini.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, men eg haldi, at KvF hevur skyldu til at hava beinleiðis sendingar í sjónvarpinum á ólavsøku - aftrat kappróðri og setanini báðar dagarnar. Hetta ger ólavsøkudagarnar festligar fyri alt landið, heldur Hallgerð.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja, eg minnist serliga væl ólavsøkuna, tá teletíð júst var komið á marknaðin, og eg hevði fingið eina Siemens fartelefon. Hetta gav eitt størri frælsi.
Og Hallgerð Akurstein endar við hesum orðum:
- Sama ár, sum teletíðin kom, gingu allar gentur í beinvermarum uttan á buksunum og í Buffalo skóm. Hetta var ein stuttlig ólavsøka sum tannáringur, leggur hon aftrat.
Lesið eisini: Kona mín fann meg á ólavsøku
https://www.in.fo/news-detail/kona-min-fann-meg-a-olavsoeku











