Gunnar Nielsen gjørdist nærmast heimskendur, tá hann í apríl mánaði í 2010 kom á vøllin fyri Manchester City, tá Shay Given brádliga gjørdist skaddur í dysti móti Arsenal.
Tann dagin stóð ein stórur føroyskur málmaður í mál fyri eitt tað ríkasta felagið í heiminum. Við stórum skeggi og tryggleika tók hann sær av tí, sum var at gera, og einki mál kom ta løtuna Gunnar stóð í málinum. Tað er ikki av tilvild, at Gunnar Nielsen er málmaður.
Stóribeiggi
er fyrimyndin
Gunnar heldur í hesum døgum til hjá foreldrunum í Álvastíggi tætt við Gundadal. Hann leitar framvegis eftir nýggjum felagi, men hevur ongan skund tí tað er avgerandi, at komandi felagið er tað rætta felagið.
Synirnir eru farnir í song og tað er myrkt uttanfyri. Kristina, unnustan, stákast í stovuni, meðan Gunnar róliga fortelur um uppvøskurin í Havn.
Sum hjá so nógvu øðrum dreingjum, so blivu barnaskógvarnir slitnir í Gundadali, men fyrsta minni sum fótbóltsspælari er av grúsvøllinum á Argjum. Næsta minni er av teimum minni góðu.
– Vit vandu í høllini á Hálsi, tá vit verða deildir upp í A, B og C lið. Teir flestu av mínum vinmonnum komu á A ella B liðið, men eg endaði á C liðnum. Tað var eg ikki glaður fyri, greiður Gunnar frá við einum smíli.
Gunnar royndi seg eisini sum badminton spælara og var eisini ein túr til talv. Í Badminton gongur minni væl og Gunnar endar í B bólkinum, men minnist við gleði, at hann vinnur B bólkin. Heilt illa gongur, tá vinmaðurin Thomas Hans Rubeksen lokkar Gunnar við til talv.
– Eg tapti móti einari gentu, sum var nógv yngri enn eg. Tað tók eina løtu at koma yvir, sigur Gunnar og grínur. Landsliðsmálmaðurin fór ongantíð aftur til talv.
Eldru beiggjarnir hjá Gunnari hava báðir gjørt ymiskan ítrótt. Tann elsti, Jóhann, var fleiri ár á flogbóltslandsliðnum, men Gunnar royndi ongantíð at spæla flogbólt. Heldur fylgdi hann hinum beiggjanum, Henning. Hann stóð sum ungur í mál hjá HB og spældi eisini hondbólt.
– Tað var ikki givið at eg skuldi verða málmaður, men eg rokni bara við, at eg hava gjørt sum Henning, sigur Gunnar og leggur afturat, at honum somuleiðis dámdi væl at spæla hondbólt.
Gunnar er uppvaksin í góðum árgangi, sum vann flestu FM heitini í yngru deildinum. Pápi Gunnar, Finn Nielsen, er altíð til reiðar at tryggja, at sonurin kemur til venjing og dyst.
– Babba var altíð til reiðar at koyra, tá vit skuldu spæla dyst ella venja. Eg haldi at foreldrini hjá øllum á liðnum funnu væl útav tí, og tað merkist, greiður Gunnar frá.
Til Danmarkar av tilvild
Gunnar gongur fyrstu sjey árini í Nonnuskúlanum, áðrenn hann saman við restina av flokkinum flytur til Eysturskúlan. Eftir at hava lokið níggjunda flokk leggur Jónas Tór Næs, sum vit eisini kenna frá landsliðnum, fram uppskot um at fara á fótbóltsskúla í Danmark.
– Vit skuldu fylla nøkur pappír út, men eg fylti bara tað fyrsta pappírið út og sendi tað. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men brádliga fekk eg at vita, at eg var komin inn á skúlan alíkavæl, sigur Gunnar.
Sum 15 ára gamal fer hann saman við Emili N. Leifson, Boga Hermansen og Jónasi Tór Næs til Hessel Gods Fodboldskole í Danmark. Teir koma ikki fyrr enn tvær vikur eftir at skúlin er byrjaður, tí teir hava verið við U16 landsliðnum.
– Vit blivu bara blakaðir inn saman við hálvthundrað danskarum, og skuldu gera mat, vaska klæðir og tað heila. Tá var nær við at eg græt okkurt av teimum fyrstu kvøldinum, sigur Gunnar og leggur afturat, at tað hevði stóran týdning at teir vóru fýra føroyingar.
Á vøllinum gongur ikki væl hjá Gunnari. Spælararnir verða deildir upp í tríggjar bólkar, og Gunnar kemur í B bólkin. Fleiri megnaðu at kempa seg upp í A bólkin, men fyri Gunnar gekk tað minni væl. Hann er tann einasti av 55 dreingjum, sum verður koyrdur ein bólk niður – í C bólkin.
– Har vóru spælarar sum næstan ikki dugdu at spæla fótbólt, men stuttligt at tað so skuldi blíva eg, sum fekk meg royndan í Premier League, sigur Gunnar og flennir.
Ein býtúrur, sum Gunnar ikki angrar
Eftir lokna skúlagongd gongur leiðin til Keypmannahavn, har Frem í 2003 bjóðar Gunnari og Jónasi sáttmála. Eisini Jón Rói Jacobsen er í felagnum eitt tíðarskeið.
Gunnar er í felagnum í fýra ár, men tað blívur bara til nakrar fáar dystir fyri besta liðið. Tað er serliga Jørgen Nielsen, sum hevur ein fortíð í Liverpool, ið stendur í vegin.
– Hann verður valdur til ársins spælara tvær ferðir, og eg var bara ein ungur málmaður, greiður Gunnar frá.
Sum 19 ára gamal fær hann sín fyrsta dyst fyri felagið, tá Jørgen Nielsen er skaddur. Frem vinnur dystin móti Brabrand 3-1. Í steypakappingini møtir Frem superliga liðnum Viborg og vinnur eftir brotssparkskapping.
– Tað var eitt stórt upplivilsi, sum bara 19 ára gamal at spæla móti einum superliga liði, sigur Gunnar, ið minnist seg bjarga einum av brotsspørkunum hjá Viborg.
Á vári 2007 fer Gunnar til royndarvenjingar í Blackburn. Longu aftaná tveir dagar í felagnum boðar Premier League felagið frá, at teir vilja gera sáttmála við Gunnar.
– Eg og umboðsmaðurin hjá mær, Jákup í Stórustovu, gingu í einum keypssentri, tá teir ringdu og góvu okkum boðini. Vit vistu næstan ikki hvat vit skuldu gera við okkum sjálvar, minnist Gunnar afturá.
Í Keypmannahavn er hugurin lítil til fótbólt nú framtíðin liggur í Blackburn, og Gunnar situr á bonkinum. Eitt leygarkvøld velur Gunnar at fara í býin, hóast dystur er dagin eftir. Tað endar við, at Gunnar finnur sína einastu einu í Kristinu Steinkross.
– Tú kanst siga, at um eg var seriøsur akkurát handan dagin, so hevði tað kanska aldrin blivið til nakað millum okkum, sigur Gunnar og flennur.
Nú luttekur Kristina í prátinum og greiður frá, at Gunnar hevði sett seg í samband við hana umvegis Myspace, sum var tað nýggjasta tá.
Gunnar og Kristina eiga tveir synir, Mathias og Jósef, og skulu í næstum giftast.
Mentanarsjokk í Blackburn
Í Blackburn skal Gunnar brádliga til at venja saman við Brad Friedel, Richard Dunne og øðrum Premier League spælarum. Tað er ein kollvelting í lívinum hjá unga føroyinginum.
Serliga minnist Gunnar aftur á eina venjingarlegu mitt í kappingarárinum. Spælararnir liva sunt, venja hart og eru seriøsir frá fyrsta degi, men á venjingarleguni, sum er í USA, er alt ikki sum tað plagar.
– Eg skilti rættiliga skjótt, at hetta var ein túr har menn fingu lov at slappa av og hugna sær, greiður Gunnar frá.
Summir av spælararunum fara út hvørt kvøld, og tað skal Gunnar eisini – sjálvt um hann ikki er so sinnaður.
– Tað eina kvøldið eri eg á veg í kamari, tí vit skulu venja dagin eftir, men so rópar Brad Friedel á meg. »Tú hevur fimm minuttir at skifta, so fara vit«, segði hann við meg, fortelur Gunnar.
Gunnar hevur einki val. Aldursforsetin á liðnum hevur talað og Gunnar má so fittur aftaná. Dagin eftir gera teir grin við Gunnari, sum ikki megnaði at fylgja við, tá hinir á liðnum stoyttu í seg.
– Mark Hughes kom yvir til spælararnar á barrini og segði, at um vit vinna á Bolton, so leggur hann einki í hvat vit gera í kvøld, greiður Gunnar víðari frá.
Blackburn vann dystin, sum var ein viku seinni.
Gunnar býr í Manchester, sum liggur tætt við Blackburn. Eina morgunin hevur hann forsovið seg, og eftir ein skjótan biltúr til Blackburn og heimsmet í at skifta, kemur Gunnar á vøllin tveir minuttir ov seint.
– Venjarin ýldi í høvdið á mær og spurdi hví eg kom ov seint. Eg segði sum var, at eg hevði ongan umbering. Tað gav faktist eitt sindur av kredit, at eg iki hevði nakra býtta umbering, men átók mær alla ábyrgdina sjálvur, sigur Gunnar.
Ein siðvenja í Blackburn og fleiri øðrum Premier League er, at nýggir spælarar skulu syngja ein sang frammanfyri liðnum. Tað fall eisini Gunnari í lut.
– Eg valdi at syngja tjóðsangin, og tað var til stóran látur fyri Brad Friedel og hinar á liðnum, minnist Gunnar afturá og grínur.
City og framtíðin
Gunnar skiftir saman við venjaratoyminum frá Blackburn til Manchester City. Søgan um søguligu minuttirnar í Premier League og drúgvan skaðan er skrivað fleiri ferðir.
Tíðin í Manchester City er komin at enda og Gunnar leitar nú eftir nýggjum felagi. Hann var fyri kortum og vandi við SønderjyskE. Ein venjing, sum bleiv varpað yvir alt kongaríkið, men tað var ikki heilt meiningin.
– Eg fór bara niður at hyggja eftir umstøðunum og ætlaði ikki at siga tað fyri nøkrum, men tað gekk ikki so væl, ásannar føroyski landsliðsmálverjin. Tíðindini fóru umvegis danska fótbóltsheimasíðu út í hvørt horn í Føroyum.
– Eg havi ongan skund. Tað er meiri avgerandi at finna rætta felagið, sigur Gunnar Nielsen at enda.
Hann er ikki tengur at flytingarvindeyganum, tí hann hevur ongan sáttmála, og kann tí skifta tá hann hevur hug.
Frá C liðnum í HB og Hessel Gods Fodboldsskole til Blackburn og Manchester City. Nú er spennandi havt meiri yrkisleiðin hjá Gunnari hevur at bjóða uppá.