Maðurin, ið Sosialurin hevur tosað við, sigur seg hava boðað leiðsluna á brandstøðini frá, at hann ikki longur vil arbeiða sum froskmaður, tí hann kennir seg ikki tryggan við útgerðina hjá brandstøðini.
Er hent áður
Hending á havnarvág leygardagin stendur umrødd aðrastaðnis í blaðnum, men sambært hesum froskmanninum, ið Sosialurin hevur tosað við, er hetta hent áður.
- Tað er komið fyri áður, og vit hava fingið lovað, at okkurt skuldi henda, men onki er gjørt. Eg havi ikki hug at seta mítt lív í vága fyri onkran, sum hevur ligið á havsins botni í einar 20 minuttir, sigur froskmaðurin.
Sosialurin er vitandi um, at í sambandi við ein tilburð á vestaru bryggju fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið ein maður leyp á sjógv, komu tveir froskmenn illa fyri og mistu maskurnar, júst sum óhepni froskmaðurin á havnarvág leygardagin gjørdi.
Leiðslan á brandstøðini vil verða við, at talan er um óhapp, ið henda av tilvild, men sambært fleiri froskmonnum, sum Sosialurin hevur tosað við, er tað útgerðini, ið galið er við.