Eg skal venda lagnu tykkara, er ein nýggj bók, sum Maria Mørkøre hevur skrivað og sum akkurát er útkomin. Hon ætlar bókina til samkomur og kirkjur í Føroyum. Høvundurin sigur, at bókin viðgerð tíðarrákið, og hvørjar avleiðingar tað hevur á kristna lívið, um vit ikki eru trúgv móti Guds Orði.
- Bókin ger andaligu støðuna í Føroyum upp. Hon viðgerð spurningin um, hvussu tað ber til, at eitt land har so stórur partur av fólkinum eru kristin, kortini ikki megnar at standa móti tí gudleysa rákinum, sum hon kallar tað
en hon leggur afturat, at hon hevur eisini eitt svar upp á spurningin.