Eg tordi ikki at fylgja mínum dreymum

- Eg gleðist um tað, sum eg havi nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Lívið er sorgblítt. Tú missir allatíðina nakað, sum tú ert góður við. Fólk fara, og tað er syrgiligt. Men hinvegin er tað eisini fantastiskt at kunna seta við, at velta upp úr nýggjum og at skapa nakað, sigur Eyðun Nolsøe, sum hevði ynskt at hann fyrr í lívinum fylgdi sínum egnu dreymum

Eyðun Nolsøe hevur rundað tey 40 árini. Tann ungi og framfýsni protestsangarin í Frændum er í nánd av at gerast ein miðaldrandi popptónleikari. Hann hevur funnið frið við síni mál og mið, og hann hevur tað gott við sína støðu í lívinum.
Eftir páskirnar gevur Eyðun Nolsøe nýggja fløgu út, men fríggjakvøldið fyri stilluviku var tíð sett av til at gera status yvir eitt higartil hendingaríkt lív og at tosa um tónleik, dreymar og meiningina við lívinum.
- Lívið er sorgblítt. Tú missir allatíðina nakað, sum tú ert góður við. Fólk fara, og tað er syrgiligt. Men hinvegin er tað eisini fantastiskt at kunna seta við, at velta upp úr nýggjum og at skapa nakað. Mamma mín doyði fyrraárið, men fyri trimum árum síðani bleiv eg pápi fyri fyrstu ferð, og soleiðis er lívið í botn og grund – ein byrjan og ein endi, sigur Eyðun Nolsøe.
- Við hvørt droymi eg meg eitt sindur aftur í tíðina, tá ið alt var opið, og møguleikarnir óteljandi. So hvørt sum árini ganga, latast hurðar aftur, og tú velir eina leið at ganga. Samstundis sum tú missir møguleikar í tínum lívi, er tað eisini ein lætti at sleppa frá at velja, sleppa undan nøkrun møguleikum og liva lívið.
- Eg gleðist um tað, sum eg havi nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Fyri onkran kann tað vera lætt at falla í fátt, tá ið mann kemur upp í árini. Var hetta veruliga mín lutur í lívinum, kann onkur kanska spyrja seg sjálvan? Heldur enn at seta spurningar um tað, sum er farið, ræður um at finna frið við seg sjálvan og tað kós, sum mann hevur valt.
- Tað eru mong viðurskifti, sum eg stríðist við í mínum lívi. Spurningar, sum ikki enn eru svaraðir, og mál, sum eg enn ikki havi rokkið. At gerast pápi hevur avgjørt givið mær eina góða kenslu við lívinum, sigur Eyðun.

Fylgdi dreyminum hjá øðrum
Sum nógv onnur menniskju í dag hevur Eyðun Nolsøe eina heimasíðu á Myspace. Har greiðir hann eisini stutt frá, hvør hann er, og í einum broti ger hann upp við sína fortíð.
- Eg havi altíð kent eitt serligt samband við tónleikin, hóast familjan hevði aðrar vónir til mina yrkisleið. Eg brúkti mong ár í skúla, meðan eg droymdi um lívi uttanfyri skúlan, skrivar Eyðun Nolsøe um seg sjálvan.
Og hann er rættiliga avgjørdur, tá ið hann verður spurdur, um hann kann siga meira um hetta:
- Sum ungur lurtar tú eftir, hvat familjan væntar og vónar av tær – kanska serliga hvat foreldrini meina. Og eg læt meg helst í ávísan mun trýsta út í nakað, sum eg kanska ikki vildi ella ætlaði við mínum lívi. Tað tóktist hava stóran týdning fyri onnur, at eg fekk eina hægri útbúgving, og eg brúkt nógva tíð og orku til at liva upp til hetta.
- Eg kom skramblandi upp í 30’ini uttan at vita, hvat eg í grundini vildi. Tað finnast nógv menniskju, sum royna at liva upp til tað, sum onnur vænta av teimum. Eg kundi ynskt, at eg eitt sindur fyrr fór at fylgja mínum egnum dreymum.
- Alt hetta havi eg gjørt upp við. Eg kann jú bara spyrja meg sjálvan, hvat eg vil við mínum lívi - ongan annan - og tað havi eg gjørt. Eg vil spæla tónleik.

Sligin undir beltið
Eftir páskir kemur nýggja fløgan hjá Eyðuni út. Hugskotið um at gera eina solofløgu afturat fekk bein á ganga á eftir Prix Føroyar tónleikakappingina í 2005.
Tá vann Eyðun seg fram í finaluna, men tað var ikki uttan onkrar stoytir á vegnum, tí kjakið um hansara rætt til finaluplássið var harðligt. Onkur helt, at hann var útbrendur, ov gamal ella bara keðiligur. Einki progressivt var við tónleikinum hjá Eyðuni, og tí hildu summar røddar í kjakinum, at hann hoyrdi ikki heima í toppinum í føroyskum tónleiki. Hittmakarin var knappliga illa sæddur og lýddur í ávísum pørtum av tónleikaumhvørvinum.
- Tað, sum var nýtt fyri meg í kjakinum, var tann persónligi tónin. Kanska rendi eg meg bara inn í eina hugburðsbroyting, har eg kom at standa sum tann provinsionelli tónleikarin við tí føroyska bygdatónleikinum í einum alt meira globaliseraðum og progressivum tónleikaumhvørvi.
- Tað er gott og týdningarmikið við kritiskum røddum í føroyskum tónleiki, tí tær eru við til at hækka støðið. Kortini haldi eg, at okkurt av tí, sum varð ført fram í Prix kjakinum, var heldur órímiligt. Til dømis at eg nærkaðist 40 árum. Eg kann so ikki gera við, at eg eri føddur í 1966, tað mugu foreldrini taka uppá sín kappa. Eg kenni meg vera á toppinum persónliga, haldi meg í form og vil gjarna skapa nýggjan tónleik. Sjálvandi skal ein tónleikari metast út frá tónleikinum hann skrivar og onki annað.
- Tað var eitt sindur buldrasligt rundan um Prixið, men eg fekk nógv gott burturúr, ikki minst góðar royndir saman við dugnaligu tónleikarunum í Showmonnum. Eg havi tikið partar av kritikkinum til mín, og eg vóni, at nýggja fløgan hjá mær er eitt hóskandi svar til atfinningarnar. Eg havi í øllum førum verið sera motiveraður til at prógva meg sjálvan sum tónleikara og sangskrivara, sigur Eyðun Nolsøe.

Tað góða lagið er sentralt
Sangirnir á nýggju útgávuni er fangandi – summir penir og eymir, aðrir við kanti og meira provokerandi. Men nú sum fyrr er tað tann melodiski popptónleikurin, sum eyðkennir sangirnar hjá Eyðuni Nolsøe.
- Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir hava eitt gott lag. Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um, hvat ein góður sangur er, men fyri meg skal lagið helst verða melodiskt og sangbart. Sangurin skal halda í einari einfaldari útseting – til dømis við gittara og sangi.
- Eg lurti nógv eftir tónleiki, øllum tónleiki, men tá ið tað kemur til mín egna tónleik, so siti eg oftast eftir við onkrum melodiskum popptónleiki – tað má tí sigast at vera essensurin í mínum tónleiki. Kortini royni eg at rokka eitt sindur við hvørt, so ikki alt gerst friðarligt og pent.

Liðugt við protestsangum
Eyðun Nolsøe var blaðungur, tá ið hann í 1984 var við til at syngja og spæla á fyrstu útgávuni hjá Frændum. Gjøgnum 80’ini og væl inn í 90’ini var Frændur bólkurin, har hann skrivaði og sang sínar sangir, og mong hitt liggja eftir honum frá hesari tíðini.
- Sum ungur hevur tú nógva orku, og tú vilt gjarna leita út á kantin á tí etableraða. Tú torir at standa ímóti, og tað er meira spennandi úti á eggini. Vit høvdu nógvar meiningar í Frændum – um eystur og vestur, tjóðskaparspurningin og annað – og vit skrivaðu politiskar sangir, sum hóskaðu til eina rættiliga svart-hvíta tíð við køldum kríggi og hernaðardubbing.
- Hesin tónleikur átti avgjørt sína tíð og sítt pláss, og tað liggja nógvir sangir eftir Frændum, sum eg fegin spæli, tá ið eg havi framførslur. Hinvegin havi eg ikki stórvegis hug at skriva fleiri politiskar protestsangir, tí eg haldi ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein.
- Vit í Frændum brúktu nógvar klichéir í okkara sangum, stórar myndir um frið og órætt, og vit vóru sannførdir um tað, vit sungu um. Í dag vil eg heldur ferðast inn í meg sjálvan enn at leita út í heim og skriva um nakað, sum í grundini er rættiliga ópersónligt, sigur Eyðun Nolsøe.
- Eg vil heldur yrkja um tey viðurskifti, sum hava veruligan týdning fyri meg. Yrkingarnar gerast í størri mun ein persónlig ferð gjøgnum mítt lív, heldur enn politiskar manifestatiónir. Skal tú veruliga gera mun á tí økinum, so nyttar einki at syngja protestsangir - tú mást upp í politikk.

Hvat heldur tú um føroyingar?
Eyðun Nolsøe hevur fleiri ferðir yrkt og sungið um føroyingar og Føroyar, og tað ger hann eisini á nýggju útgávuni hjá sær.
- Eg haldi nógv av Føroyum anno 2007. Vit standa mitt í eini sera spennandi tíð við globalisering og nýggjum avbjóðing. Tá ið eg var ungur, var alt heimføðisligt, og tað var til dømis ein stórhending fyri okkum at hoyra Hjarnar verða spældar í Radio Luxembourg. Nú hava vit ein stóran hóp av talentum innan tónleik, ítrótt, list og annað, sum kemur víða kring heimin, sigur hann.
- Alt stendur og blinkar frammanfyri okkum, og stórur spurningurin er bara, hvussu vit fóta okkum í hesum meldrinum. Hvussu klára vit at fóta okkum sum tjóð, nú tað er so lætt at fara út í heim, samstundis sum heimurin er komin so nær okkum í tí dagliga.
- Eg haldi, at vit mugu vinna á okkum sjálvum, áðrenn vit kunnu verða veruligur partur av globaliseringini. Vit mugu styrkja okkara samleika við at gerast ein verulig tjóð og sleppa undan hesari ógreiðu politisku støðuni, sum vit eru í. Alt verður bara meira fløkt av, at vit ikki standa á egnum beinum, sigur Eyðun Nolsøe.


***


Eyðun um tónleik
- Tónleikur hevur nógv at siga fyri meg, og styrkir eisini mín samleika. Tónleikur snýr seg millum annað um at seta orð og kenslur á nakað, sum onnur kanska kenna seg aftur í. Eg havi onkuntíð upplivað, at fólk hava sagt við meg, at tónleikurin hjá mær hevur hjálpt teimum í svárum løtum. Tað kennist væl at gera mun, um tað so bara er talan um eitt einasta menniskja.


Eyðun um nýggju fløguna
- Hetta er næsta solofløgan hjá mær. Tann fyrra kom út í 1996, so tað eru liðin næstan 11 ár síðani tá. Eg havi skrivað sangirnar á nýggju útgávuni leypandi. Onkrir sangir eru skrivaðir til hesa útgávuna, meðan aðrir sangir eru eitt sindur eldri. Tann elsti sangurin á útgávuni er 19 ára gamal. Við hvørt liggur okkurt og bíðar leingi, áðrenn tað verður gjørt heilt liðugt.


Eyðun um deyðan
- Alt tað, sum vit gera, meðan vit eru á lívi, er í andsøgn til deyðan. Deyðin er sovorði sum einsemi, kuldi og friður. Lívið snýr seg tí um samveru, hita og tónleik. Tað er sárt at verða heilt gloymdur, tá ið tú ert farin, so vónin er altíð at leggja okkurt eftir sær í lívinum. Hetta er helst eisini ein eksistentiel orsøk til at gera tónleik yvirhøvur.


Eyðun um ungar tónleikarar
- Teir ungu tónleikararnir hava ein meira altjóða dám, bæði við ljóði og stíli, enn vit í Frændum til dømis høvdu. Vit tosaðu eisini um at røkka longur út í norðurlond, men tað gjørdist ikki til tað stóra, hóast vit vóru onkra uttanlandsferð og spældu á onkrum festivalum eisini. Á tí økinum tora og duga teir ungu tónleikarnir kortini nógv betur, enn vit gjørdu.