Ein dagin undir lossing

VIRKSEMI. Ein heilur býur verður útpurraður, tá ið fyrrverandi Heygadrangur kemur fullfermdur til bryggju í Vági. Eina stokkuta stund er tað sum í gomlum døgum, tá ið arbeiðið var til allar vágbingar

Mánakvøld í Vági. Kalda veturnáttin legst spakuliga yvir býin, og píkaskøddu bilarnir á niðaravegi fækkast. Tá ið pylsuvognurin letur aftur, fara vágbingar at leggja seg, og tá valdar fullkomulig kvirra í Vági.

Eitt vanligt mánakvøld á hávetri hevði hetta verið tað, ið heimbygdin hevði at bjóða.

Men ikki í kvøld.

Í kvøld er kvirran køvd av vælsignaðum og kærkomnum virksemi á keiini. Eini trýss fólk lossa og lasta frystan uppisjóvarfisk.


Heygadrangur álitið

Tá ið fyrrverandi Heygadrangur kemur til kei við sínum túsund tonsum av uppisjóvarfiski, verður ikki spurt, hvør dagur er. Longu í gjár, sunnudag um kirkjutíð, kom skipið til bryggju í býnum.

Niels hjá Marnu, organistur, hevði ikki meira enn slept tangentunum á kirkjuorglinum og latið sítt postludium fjara av, so tustu virkisfýsnir vágbingar oman á keiina.

Tað skal ganga skjótt fyri seg; eisini sunnudagar. Um eini tvey døgn verður loyst. Skipið skal aftur til fiskiskap. Hetta er bert aðru ferð, skipið landar í Vági í ár, so tað er ikki so løgið, at summir av lastamonnunum hava umskrivað yrkingina hjá Pól F. Joensen, og heldur syngja, tú dregur meg sum ein makrelur...


Kongurin á keiini

Magnus Jacobsen, Magnus á Báraldarbakka, ræður, tá ið riðilin av vágbingum fer til verka. Tá ið stóra arbeiðsmegin skal spjaðast, og lastamenn, lúkumenn og kranamenn skula sendast á røttu plássini, er tað hesin bragdligi arbeiðsformaðurin, ið peikar og veipar.

Tað kemur eisini fyri, at hann rópar. Men samstarvið millum Magnus og sjakkið riggar væl. Vælvaksni formaðurin er av góða gamla slagnum, og tískil somikið sjáldsamur, at rættilig ogn er í honum.


Sveitti

Unga sjakkið í lastini arbeiðir í sveittabroti, hóast kuldin er øgiligur; eini 30 stig undir frostmarkinum. Hálvan tíma niðri í lastina og hálva tíma uppi. Trettan mans eru í aftaru last hetta kvøldið. Onkrir ganga á framhaldsdeildini í Vágs Skúla. Tveir teirra ætla sær ikki í skúla í morgin. Teir fara heldur á lastina.

Onkur sjómaður, sum er heima fyri tíðina, er eisini uppi í. Tað er gott at kunna tjena sær nakrar eykakrónur aftur at hýruni.

Aldursforsetin í lastini er prátingarsamur:

- Ja, hetta er góða lív, ha? Eg spyrji, hvar er fólkið. Í morgin verður trot á fólki. Og ALS hevur skuldina. Tað er onki skil á ALS. Fólk tíma ikki til arbeiðis, ella til útróðurs, sigur akramaðurin, Jens Pauli, meðan hann roynir at avísa tjúkku brillurnar. Hugurin er góður millum litríka riðilin í lastini. Teir hava ringt í allar ættir eftir fólki, og sjálvt havnarmenn, sum eru í Vági og vitja, hava fingið arbeiðsboð.


Teir gomlu garparnir

ALS ella ikki. Í kvøld eru nógv fólk til arbeiðis á keiini. Ímorgin verða tey upp aftur fleiri, eini 80 í tali, um fólk fæst at koma. Tummas Johan og Niklas siga, at rutinan ger, at arbeiðið minkar í Vági. Menn arbeiða ov skjótt. Teir báðir vita, at færri krónur vórðu útgoldnar í fjør enn í fyrraárið.

- Vit arbeiða full spid. Farmaskipið hjá russarunum var ov seint, so nú er frystigoymsla sprenfull, og tað seinkar arbeiðinum, sigur Niklas.

Nú eru teir givnir í fremra lastarúminum. Magnus hevur rópt einar 10 mans yvir á »russaran«.


Eg eri ikki russi

Otto verður eitt sindur fornermaður, tá ið vit kalla hann russa.

- Eg eri litavi, og skipið er eisini litaviskt, rættar Otto, ið býr í næststørsta býnum í Litava, Klaipeda. Har búgva 250.000 fólk.

Otto er offiserur umborð á litaviska farmaskipinum, Eridanas. Manningin, ið telur 23 litavar, er júst komin umborð í Aalesund í Noreg. Úr Vági fara teir heilt til Nigeria við makreli.

Litavarnir gleða seg til túrin. Kokkurin hendan túrin er kvinna, og tað er gott fyri búkin. Manningin mynstrar ikki av aftur fyrr enn um eitt hálvt ár. Tá hava teir forvunnið sær einar 10.000 amerikanskar dollarar.


Konurnar á keiini

Ójavnt er býtt. Lønin hjá teimum, ið seta datomerking á plattarnar, ið fara umborð á litaviska skipið, er onki at reypa av í einum framkomnum samfelagi. Rannvá hevur forvunnið 840 krónur higartil í ár.

- Tað er ikki meira enn fyri sigarettirnar, men eg skal ikki klaga, sigur Rannvá, og fær sær ein ordiligan guv av síni pumpaðu Prince Light. Rannvá og dótturin, Anita, arbeiða saman. Møðgurnar báðar tykast at vera í góðum lag, og tær kenna seg væl í mannfólkaheiminum á keiini.

Onkur teirra staðfestir, at tað er, sum tað fer at vára, tá ið arbeiði er á keiini. Fólk vakna úr dvala. Tá hugurin er góður, ger onki, at arbeiðsdagurin er einar 16 tímar til longdar.


Eitt arbeiðsgrev

Niðri á keiini drønar Annika Jungehag aftur og fram við sínum ravmagnsrikna trukki. Hon setur gaflarnar undir plattarnar, tá ið teir koma niður á keiina og flytur teir nakrar metrar, so at teir ikki standa undir næsta hivinum. So kemur annar trukkur drønandi og koyrir makrelin niðan í frystigoymsluna.

Her ræður um ikki at standa fyri.

- Hetta er so eitt arbeiði, staðfestir 30 ára gamla vágskonan turrisliga. Hon hevur arbeitt í fiski eini 11 ár, og koyrt trukk líka leingi. Slapp hon at velja um aftur, hevði hon heldur fingið sær eina útbúgving, letur hon skilja.

Annika er eitt arbeiðsgrev, sum er nógv eftirspurt av fiskavirkjunum í Vági. Og hon leggur ikki í at vera í Fiskavirkisskipanini hjá ALS, sum loftar arbeiðsleysum í fiskivinnuni.

-Eg havi sagt meg úr ALS. Mann verður dovin av at ganga fyri einki, sigur hon, og avdúkar, at hon hevði 12 arbeiðspláss í fjør.

- Eg tjenti oman fyri 100.000 krónur, sigur Annika, og skundar sær víðari út í veturnáttina í Vági.

Ein kærkomin dagsløn er vunnin. Og eina løtu var tað næstan sum í teimum góðu gomlu døgunum, tá arbeiði var til allar hendur &iacut