Ein deyður og nógv særd í tokvanlukku í Bretlandi

Ein tokførari doyði, og 89 fólk vórðu særd, tá tvey tok í gjár stoyttu saman nærindis býnum Bedford norðan fyri London í Bretlandi.

Bjargingarfólk arbeiddu fríggjakvøldið á vanlukkustaðnum nær Bedford, har tvey tok við kós móti London stoyttu saman. Tokførarin doyði, og 89 fólk vórðu særd. Mynd: Dr Pete Knapp/Reuters

Vanlukkan hendi umleið klokkan 17.15 lokala tíð, tá tvey tok hjá East Midlands Railway (EMR) vóru á veg móti London á sama spori.

Sambært bretsku ferðsluløgregluni vórðu 33 fólk flutt á sjúkrahús. Av teimum eru 11 álvarsliga særd. Harumframt fingu 56 fólk lættari skaðar.

– Ein persónur varð staðfestur deyður á staðnum. Tað var tokførarin á øðrum av tokunum, sigur bretska ferðsluløgreglan sambært AFP.

Bretski samferðslumálaráðharrin, Heidi Alexander, sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, hví vanlukkan hendi.

– Vit fara at tryggja, at ein gjøllig kanning verður framd, so vit fáa greiðu á, hvussu samanstoyturin kundi henda, og hvat vit kunnu læra av hesum, so líknandi vanlukkur ikki henda aftur, sigur hon.

Frá Buckingham Palace er boðað frá, at Charles kongur er »ógvuliga harmur« um vanlukkuna og sendir samkenslu til avvarðandi hjá tí deyða og teimum mongu skaddu.

Ferðafólk hava greitt frá ógvusligu løtunum eftir samanstoytin. Peter Knapp sigur við The Guardian, at eingin ávaring var undan vanlukkuni.

– Brádliga hoyrdist eitt ógvusligt brak. Eg helt, at tað var ein bumba. Tað var roykur allastaðni, og fólk lógu á gólvinum við blóðugum andlitum. Nógv grótu og róptu, sigur hann.

Hann greiðir frá, at honum eydnaðist at lata hurðina upp og sleppa út úr tokinum.

Ein annar ferðandi, Brett Bryatt, segði við BBC, at fleiri ferðafólk á fyrsta klassa fingu skaðar, tá tey vórðu slongd inn í borðini frammanfyri.

Sambært honum byrjaðu ferðafólk beinanvegin at veita fyrstu hjálp, inntil bjargingarfólk komu umleið tíggju minuttir seinni.

 

Bjargingarfólk arbeiddu fríggjakvøldið á vanlukkustaðnum nær Bedford, har tvey tok við kós móti London stoyttu saman. Tokførarin doyði, og 89 fólk vórðu særd. Mynd: Dr Pete Knapp/Reuters