Sosialurin hevur fingið eina heilsan úr Tansania. Heilsanin er frá Anne-Lene og Petur O. K. Olofson, fyrrverandi prestahjúnini í Fuglafirði. Tey búgva nú í Mbeya, sum er ein av teimum størru býunum við tann stóra landavegin, sum gongur frá havnarbýnum Dar es Salaam til Zambia.
Á hesum vegastrekkið eru nógv parkeringspláss, har stórir bingjubilar steðga, so førararnir kunnu hvíla seg.
- Vit eru so vón við at síggja búmerkið hjá Mærsk, ta so kendu stjørnina, og tá leita tankar okkara norðureftir. Men í dag hvukku vit rættuliga við, tá Anne-Lena brádliga sá, at har var ein lastbilur við eini bingju við Merkinum á, greiðir Peter O. K. Olofson frá.
Tey mátti hyggja nærri og fáa tikið nakrar myndir.
- Hetta var sum ein heilsan norðanífrá, sigur Peter Olofson.
Tey royndu at fregnast nærri, men tá bilførarin ikki var til staðar, so funnu tey ikki útav, hvat var í bingjuni men tey halda, at hann var á veg til Zambia.
Um onkur veit meira at siga um hetta, sigið endiliga frá!