Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevði ikki nógv at siga við miðlarnar, tá hann í kvøld kom út aftur av fundi í ísraelska trygdarráðnum.
Hann vildi einki siga um, hvørjir spurningar vórðu umrøddir á fundinum, men ísraelskir miðlar vita frá keldum at siga, at eingin støða varð tikin til eina møguliga gíslaavtalu.
- Vit eru júst komin út aftur av fundinum. Eg haldi ikki, at eg kann siga nakað um fundin, segði ísraelski forsætisráðharrin við miðlarnar í kvøld.
Tað var annars væntandi, at ísraelska trygdarráðið fór at viðgera eitt uppskot um at fáa gíslarnar, sum eftir eru í Gazageiranum, leyslatnar.
Keldur siga við ísraelsku tíðindastovuna Haaretz, at eingin niðurstøða varð gjørd á fundinum í trygdarráðnum.
Hamas er sambært útlendskum miðlum gingið við til eina avtalu um at býta ísraelskar gíslar um við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
Ísraelski verjuleiðarin, Eyal Zamir, heitti mánadagin á forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, um at taka undir við avtaluni um leyslating av ísraelskum gíslum.
Í dag hava fleiri mótmælisgongur verið í Ísrael móti krígnum í Gazageiranum, og fólk hava heitt á ísraelsku stjórnina um at gera eina avtalu um ísraelsku gíslarnar.
Lesið eisini:
Mótmælisfólk sperra motorvegir í Ísrael - https://www.in.fo/news-detail/motmaelisfolk-sperra-motorvegir-i-israel