Hækka endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku

Frá 1. januar 2026 er ætlanin, at hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar úr 27.779 krónum til 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald.

Tað skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot til hoyringar, sum skal bøta um fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum missa arbeiðsinntøku í sambandi við sosialar hendingar.

 

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av barni við varandi sjúku ella breki, tá persónur við seinaheilaskaða verður ansaður í heiminum, ansing av doyggjandi undir fólkapensjónsaldri og tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.

 

Verandi skipan hevur við sær, at nógvar familjur eru fyri inntøkumissi, hóast tey fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Landsstýrismaðurin sigur, at avmarkingin hevur við sær, at tað í ov stóran mun eru fíggjarlig atlit, sum avgera, hvussu familjur leggja ansingina til rættis, og endamálið við uppskotinum er sostatt at geva familjunum størri frælsi at skipa seg. 

 

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er sett til mánadagin 15. september kl. 12. Les uppskot til hoyringar HER