Taptu fyri KÍ í 2022 - hava nú vunnið seg í Champions League

Bodø/Glimt skrivaði í kvøld søgu

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal Bodø/Glimt royna seg í deildarspælinum í Champions League. Í fjør gjørdi liðið tað framúr gott í Europa League, og rakk líka til hálvfinaluna, har Tottenham gjørdist ov sterkir. 

 

Í kvøld tapti Bodø/Glimt 1-2 fyri Sturm Graz í seinna Play Off dystinum á útivølli. Men tað hevði samlað ógvuliga lítlan týdning, tí Bodø/Glimt vann 5-0 á heimavølli á Aspmyra leikvøllinum í Bodø. Í kvøld var tað enntá Bodø/Glimt, ið legði seg á odda 1-0, og harvið samlað 6-0. Tí gevur tapið í Eysturríki í kvøld einki høvuðbrýggj.

 

Mathias Jørgensen skoraði í 15. minutti, og 15 minuttir seinni javnaði Sturm Graz til 1-1. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini skoraði Sturm Graz sigursmálið, men tað skakaði ikki samlaða úrslitið, og má Sturm Graz taka til takkar við deildarspælinum í Europa League. 

 

VG skrivar, at Bodø/Glimt eru nú tryggjaðir 350 miljónir norskar krónur. Tað svarar til umleið 222 miljónir krónur í okkara peningi. Haraftrat fær liðið fýra heimadystir á Aspmyra leikvøllinum, har væntast kann fult hús hvørja ferð. 

 

Fyri norskan fótbólt er hetta eisini stórt. Tí hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at eitt norskt lið vinnur seg í høvuðskappingina í Champions League. 

 

Fyri trimum árum síðani - 13. juli í 2022 - tapti Bodø/Glimt 1-3 fyri KÍ í Champions League undankappingini. Teir høvdu tó vunnið 3-0 heima, og vunnu harvið samlað 4-3. 

 

Men tað er hugtakandi at hugsa um, at so nógv kann umskiftast upp á trý ár. 

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix

KÍ skorar móti Bodø/Glimt á vøllinum við Djúpumýru í 2022