Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur upplýst, at hann er til reiðar at seta búskaparlig revsitiltøk í verk móti Russlandi, um Vladimir Putin ikki tekur undir við vápnahvíld.
Hetta skrivar Reuters.
– Vit ynskja ein enda á krígnum. Vit hava revsitiltøk - og eg tosi um búskaparlig tiltøk, tí vit fara ikki út í eitt heimskríggj, sigur amerikanski forsetin.
Donald Trump hitti fyri stuttum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin, hvør sær.
Eftir fundirnar við báðar forsetarnar ásannaði amerikanski forsetin, at tað er trupult at fáa fund í lag millum Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj.
##med2##