Ein hevur gist í brummuni í nátt

í gjárkvøldið var løgreglan eftir einum manni í norðurøkinum

Um 19 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var strævin og fullur og órógvaði í norðurøkinum. Løgreglan fór á staðið, og tað endaði við, at maðurin varð handtikin. Hann er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

– Hann liggur og svevur her, og tað hevur hann gjørt í næstan 13 tímar. Hann verður koyrdur út um eina løtu, sigur vaktleiðarin.