Løgreglan varð í gjárkvøldið um 21 tíðina boðsend til ófrið í einum heimi. Tað varð maðurin í húsinum, sum var fullur og illur í sær. Tá løgreglan kom á staðið, var maðurin rýmdur.
Løgreglan fann tó mannin niðri í býnum um midnáttarleitið. Tá var hann fravegis fullur og strævin, og hann var tí tikin við á støðina at sova rúsin av sær.
Men tað gekk ikki júst sum ætlað, tí maðurin var rættiliga strævin og legði á eitt løgreglufólk og spýtti. Hann verður tí skuldsettur fyri at leggja á tænastumann í arbeiði.
Hann svevur nú rúsin av sær, og verður avhoyrdur, tá hann vaknar aftur.
Eitt ferðsluóhapp var í gjár í Eysturoy, har ein bilur koyrdi út fyri ein annan. Har verður helst talan um brot á víkiskylduna, men tað málið er ikki liðugt kannað enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini.