NEI, HELGI, LANDSSTÝRIÐ RINDAR VIÐ FØROYSKUM PENGUM

Fyri einari viku síðan fór Helgi Abrahamsen sjálvboðin upp á barrikadurnar at verja skammleysu framferðina hjá dønum, tá teir í 1946 náðileyst trumlaðu føroyska fólkaræðið niður, sendu løgtingið til hús og skrivaðu út nýval, eftir at Føroya fólk, púra óvæntað fyri danir, atkvøddi fyri loysing.

Og tórsdagin, í svari til eina viðmerking hjá mær um krabbameinsviðgerð uttanlands, lovprísar hann so blokkinum.

Tað er follið honum fyri bróstið, at eg ikki eri positivur. Men eg vísti altso til hagtøl, sum læknastjórin í føroyska heilsuverkinum umrøddi í Degi og Viku og sum vístu, at krabbameinsviðgerðin í Danmark var næstringast í Norðurlondum; bara skutin framman fyri okkara.

Eg havi ikki sagt og haldi heldur ikki, at alt er ringt í Danmark. Tvørturímóti! Men Harragud, Helgi, tað er ov bláoygt at halda, at alt er so ljósareytt, sum tú gert tað til.

Og so skrivar hann, at tað var Tjóðveldisflokkurin, sum kom við blokkinum. 

Nei, Helgi!

Tað var ikki Tjóðveldisflokkurin, men Schlüter stjórnin, sum í 1987 ynskti at leggja allar veitingar til Føroya í ein árligan blokk. Og so varð gjørt frá januar í 1988. Undantiknar vóru einstakar veitingar, ið hildu fram afturat blokkinum, til kreppuna fyrst í hálvfemsunum, tá hesar eisini vórðu avtiknar.

Tað er rætt, at útreiðslur til m.a. sjúkrahúsverk vóru grundarlag undir útrokningini av tí fyrstu veitingini í 1988.

Men nógv vatn er runnið í ánna síðan tá.

Um aldarskiftið táttaði blokkurin í milliardina og var tá útvið tjúgu prosent av inntøkunum hjá tí almenna.

Men tíbetur hava skilafólk í periodum havt valdið, og blokkurin er minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður ímóti hálvari milliard; og er nú undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna og undir tvey prosent av BTÚ. Vit høvdu tí neyvan merkt meir enn eitt lítið sveiggj í búskapinum, um hann varð avtikin í einum.

Blokkurin er annars ein veiting, sum flestallir føroyingar skammast meira ella minni av. Ein olmussa frá einari fremmandari tjóð, sum hevur lægri BTÚ per íbúgva enn vit. Fíggjað av donskum skattgjaldarum.

Tá vit hava rist ringastu skommina av okkum, brúka vit blokkin, sum vit hava hug. Har er eingin oyramerking. Tað er sum at blanda heitt og kalt vatn. Tað verður flótt og er ikki til at skilja sundur aftur. So hvat er hvat, er vónleyst at siga.

Men sambært Helga Abrahamsen, so er kortini eingin ivi: blokkurin rindar framvegis fyri føroyska sjúkrahúsverkið, alt sum tað er.

Hóast tað í dag kostar umleið tvær milliardir at reka og blokkurin er umleið hálva milliard.

Tað er tann rami gandur!

Hetta hongur ikki saman hjá tær, Helgi.

Veruleikin er tann, at Føroyar fult og heilt rinda fyri ALLA sjúkraviðgerð; eisini í Danmark.

Hendan ótroyttiliga trongdin at trútta niður í Føroya fólk, at vit einki megna sjálvi, er merkisverd.