Klaksvík:
Hetta er næstu ferð, at Karl Johansen situr sum formaður í valstýrinum í Klaksvík, meðan løgtingsval er. Harafturat hava tvey býráðsval og tvey fólkatingsval verið í hansara formanstíð, so hetta er ikki nakað ókent fyri hann.
Ein valnevnd er fyri allar Norðoyggjar, og undir hesi valnevnd eru so ymisk stýri fyri hvørt valhøli. Í hesum stýri sita 5 fólk, og teirra uppgáva er at skipa fyri, at alt fer rætt fram í valhølinum sjálvan valdagin.
Nógvar fyrireikingar
Karl Johansen greiðir frá, at nógvar fyrireikingar eru upp undir eitt val. 14 dagar áðrenn sjálvt valið fer valstýrið í gongd við allar fyrireikingarnar, og eina viku áðrenn valdagin byrja tey at koyra brævatkvøður út til øll tey, sum á einhvønn hátt ikki sjálvi klára at møta upp á valstaðnum.
Hesi fólk siga sjálvi frá, og so verða brævatkvøðurnar koyrdar út til teirra av valstýrinum.
Karl greiðir frá, at talan her sum oftast er um sjúk ella gomul fólk, sum ikki eru gongufør.
Kvøldið áðrenn sjálvt valið hittist alt valstýrið, og brævatkvøðurnar verða gjøgnumgingnar. Tey fólkini, ið hava atkvøtt gjøgnum brævatkvøðu, verða somuleiðis koyrd av vallistanum fyri Norðoyggjar. Hetta verður gjørt, soleiðis at tey sjálvan valdagin ikki kunnu koma inn í valhølini og atkvøða enn eina ferð.
Langur dagur
Sjálvan valdagin hittast tey aftur í valhølinum klokkan 09.00 á morgni. Tá hava tey ein tíma til at gjøgnumganga alt hølið fyri at kanna, um alt nú er, sum tað eigur at vera, og klokkan 10.00 lata tey dyrnar upp.
Fyri framman stendur nú ein langur og til tíðir strævin dagur, har tey allatíðina eru stødd inni í valhølinum fyri at syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg.
Afturat sær hava tey oftani nøkur hjálparfólk, sum hjálpa til á ymsan hátt.
Umleið klokkan 20.00 skuldu allir veljararnir helst havt avgreitt sína atkvøðu, og valstýrið kann nú lata dyrnar aftur.
Nú byrjar tann langa og drúgva uppteljingin av øllum atkvøðunum, men sum oftast gongur hetta eisini bæði skjótt og væl.
Tá val var seinast, var uppteljingin liðug longu klokkan 22.00, og valstýrið kundi sleppa til hús eftir ein langan dag.