Ein “marknaður”, sum keypir heim og trygd undan føroyingum! 

Hús og íbúðir eru bert til føroyingar og tey, sum vilja búgva í Føroyum.

 

Føroysk heim - ikki íløgur til tey, sum longu eiga nokk! 

 

Fyritøkur og feløg skulu ikki keypa tað, sum kundi verið eitt heim fyri eina føroyska barnafamilju. Ítøkiilga merkir tað:

 

At framyvir skulu sethús og íbúðir bert vera til privatfólk – ikki feløg, ikki v-tøl og ikki ein íløga, sum skumpar møguleikan hjá føroyingum út í óvissu og óuppnáiligar dreymar um eitt heim.

 

Óansæð hvat vit gera fyri at basa støðuni á bústaðarmarknaðinum, so fer hetta at kosta. Men hetta skal haldast uppímóti, hvat tað fer at kosta okkum, vanliga føroyingum og Føroyum, um vit einki gera, ella góðtaka verandi støðu, við til dømis at brúka av (heldur lítlu) pensjónsuppsparingini hjá ungum til innskot.

 

Hetta er veruliga at undirhalda verandi støðu, og fastheldur ójavnan í bústaðarmarknaðinum. Tey, ið vinna minni, hava eina minni pensjónsuppsaring og tí eitt minni innskot. Meðan tann, ið vinnur nógv og longu hevur eina góða keypiorku, fær enn meira.

 

Støðan verður aftur óbroytt - í besta føri.

 

Fyrsta stigið fram ímóti at fáa eitt heim til vanliga føroyingin, er at royna at skapa eina javnari kapping. Feløg, sum longu hava ein lægri skatt, og sum kunnu avskriva íløgur av skattinum og aðrar ágóðar, skulu ikki kappast við vanliga fólkið, sum strevar og stríðist fyri at fáa eitt heim. Eitt heim!

 

Hendan loysnin, sum bert er ein af fleiri átøkum, um vit veruliga meina tað, at tað er ein mannarættur at hava eitt heim, fer eisini at kosta. Hon fer at kosta at seta í verk og skal eisini víðlíkahaldast. Tað er tó ein kostnaður, sum er væl minni, enn hvat tað fer at kosta okkum, tá eingin kann og vil búgva her, tí tryggleikin at fáa eitt heim er uppkeyptur av fyritøkum og teimum, sum longu eiga eitt heim - og væl meira enn bert EITT heim. 

 

Og nú kemur tað. Vit muga tosa um íløguskatt, ognarskatt ella kapitalvinningsskatt. Hvat vit kalla hetta er púra líkamikið. Støðan er jú tann, at tað, sum fyrr var eitt heim í Føroyum, nú er ein íløga hjá teimum, sum eiga nokk.

 

Vit hava eina lóg um at skatta vinniningin á einari íløgu á virðisbrævamarknaðinum, og hetta muga vit hyggja at og gera á bústaðarMARKNAÐINUM. Um støðan var soleiðis, at hesi heim ikki vóru brúkt sum íløgur og inntøkukeldur, høvdu við ongantíð tosað um at innført ein skatt av vinninginum. Um tey føroysku heimini ikki vóru partur av einum ovurhitaðum bústaðarMARKNAÐI, høvdu vit róliga vitað. at barnafamiljur, eldri, yngri, støk og alt harímillum, fingu eitt trygt heim í Føroyum.

 

Men soleiðis er tað ikki, og tí tosa vit um hetta.

 

Velur tú meg, fari eg at arbeiða fyri at forða hesi spekulatión.

 

Føroysk heim, ikki íløgur!

 

 

 

Helena, x við C