Løgreglan hevur handtikið ein persón fyri innbrotið í Rúsuna á Sandi sunnudagin. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at umhugsað verður nú, um hann skal framstillast í grundlógarhavhoyring. Meira fær hon ikki sagt um málið, sigur hon, uttan tað, at persónurin situr í varðhaldi hjá løgergluni.
Úr døgnfrágreiðingini annars sigur vaktleiðarin, at ein seyður varð ákoyrdur Millum Fjarða beint við Norðskálatunnilin.
Og so er aftur eitt innbrot meldað, hesaferð í einum báti á Skálatrøð, har viðkomandi hevur brotið lás og hurð og rótað í medisinkassanum. Óvist er um nakað er stolið. Ógreitt er, júst nær innbrotið er framt, sigur vaktleiðarin.
Í gjár vóru boð eftir løgregluni til eitt gistingarhús í Havn at burturvísa ein persón, sum órógvaði illa og var til ónáðir. Tá løgreglan kom á staðið var viðkomandi farin.










