Ein týdningarmikil stovnur

Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðani, at Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn. Dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni í dag frá kl. 15 til 17

Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Í dag kann okkara lítla universitet hátíðarhalda 40 ára stovningardagin.

Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.

Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlag, samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna »vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði«. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.

Skulu vit í dag meta um, hvønn týdning ið Fróðskaparsetrið hevur havt fyri Føroyar, so má niðurstøðan vera, at Setrið hevur havt sera stóran týdning. Hesin týdningur snýr seg fyrst og fremst um mál og mentan. Hetta, at byrjað varð við føroyskum máli, var skilagott og væl grundað. Málið er grundleggjandi fyri okkum føroyingar sum tjóð. Tað hevur eydnast teimum, sum komu eftir fyrsta professaran, Christian Matras, at styrkja og menna alt tað, sum fevnir um vísindaøkið føroyskt. Eisini onnur humanistisk og náttúruvísndalig øki eru ment hesi 40 árini. Setrið kann tykjast mongum fjart frá føroyska gerandisdegnum. Men í sambandi við hátíðarhaldið er farið undir at bøta um hetta við eini fyrilestrarrøð kring landið. Hægri útbugving og gransking hava vaksandi týdning fyri samfelagið. Tað er tí umráðandi, at landsins myndugleikar geva Setrinum gætur og tryggja stovninum góðar umstøður og møguleikar fyri støðugt at blóma og mennast. Eitt øki, ið liggur á láni er fjølmiðlaútbúgving og eftirútbúgving. Vónandi verður hetta tikið upp í ætlanum Setursins fyri framtíðina. Tørvurin er stórur á hesum øki, tað kunnu vit øll ivaleyst vera samd um.