Tað skrivar Einar's Distillery í tíðindaskrivi:
Tíð, tol og treiskni krevst, tá ið ein fæst við Whisky. Hettar er nakað, ið hevur myndað fyritøkuna Føroya Bjór við 135 árum á baki.
Einar's Distillery, er sprottið úr hesum andanum, við smakki og góðsku. Seinastu árini hevur verið bíðað eftir búningini av whisky – hesa tíðina eru fleiri nýggjar vørur mentar m.a. Einar's GIN, Einar's Rom og Einar's Bitter umframt fleiri onnur sløg.
Einar's Distillery hevur latið fleiri whisky á marknaðin.
Fyrsta Føroyska Whisky, er nú búnað í 5 ár og er hettar nakað serstakt, ið sæð hevur verið fram til í longri tíð.
Skotsmálini av Einar's Whisky útgávunum, hava verið sera góð, við orðingum frá serfrøðingum sum - 'You are Outscottiching the Scotch' við úrslitum á sera høgum støði.
##med2##
Fakta um 5 ára útgávuna:
Tappað við fullari fatstyrki 58,5%.
Æðublikurin prýðir hesa 5 ára útgávuna.
354 fløskur frá 190 liturs Buffalo Trace fati.
Viðmerkingar frá serfrøðingum:
"For a five-year-old, this is coming on splendidly: there is so much to enjoy here – including the barley sugars not being flattened by the drying oloroso as is often the case. Much to be happy about."
5 ára Whisky frá Einar's Distillery er til Keyps í Rúsdrekkasølu Landsins og Duty Free frá 3. november.
##med3##