Eingin 400-metra finala hjá Pál

Pál svam í morgun rættiliga væl frá síni bestu tíð í 400 frí. Tíðin 3.44,91 rakk ?bara? til eitt 16. pláss í Berlin. Í Stockholm svam hann annars 3.41,60 í innleiðandi, fyri síðani at seta føroyskt met í finaluni við 3.40,16.

 

Hinir føroyingarnir hava eisini verið í hylinum, og svumu avbera væl, tá ið man hugsar um at hetta eru tíðir á morgni.

Mona Simonsen svam undir 9 minuttir í 800 frí, áðrenn kl 9 á morgni týska tíð, og Pauli setti síðani persónligt met við tíðini 52,64 í 100 frí. Nakað yvir 11, týska tíð, svam Shaila millum Garðarnar so 50 frí við tíðini 26,92, har hennara føroyska met er 26,49.

Altso trý góð úrslit, nær við ella betri enn teirra bestu tíðir.