Eingin gjøgnumkoyring á Frælsinum næstu dagarnar

Eingin gjøgnumkoyring er loyvd Á Frælsinum millum rundkoyringina á Landavegnum og J.C. Svabos gøtu frá 27. november 2025 til 11. desember 2025. Vegurin er stongdur við innkoyringina til Suðurrás í sambandi við fjarhitagrevstur. Øll innkoyring til Eirargarð er sostatt úr J.C. Svabos gøtu.

 

Hetta skrivar torshavn.fo.

 

Leið 1 tekur koyringina eftir Frælsinum upp aftur í februar 2026.