Suðuroyar Sparikassi fer komandi 4 árini at stuðla ungdómsdeildini hjá VB.
Vár Naomi Dimon Joensen, næstforkvinna í VB, fegnast um stuðulin. “Fyri okkum í Vágs Bóltfelag er Suðuroyar Sparikassi ein stoltleiki fyri Vágsbygd. Okkara ungdómur er okkara dýrabarasta tilfeingi og er framtíðin hjá felagnum, í bygdini og í oynni. Tískil hevur tað størsta týdning fyri okkum sum felag, at hesi hava eitt so gott og mennandi tilboð sum til ber. Suðuroyar Sparikassi er einasti bankin heimahoyrandi í Vági, og tí vilja vit við stoltleika hava, at allur okkara ungdómur ber búmerkið hjá Suðuroyar Sparikassa tættast hjartanum runt alt Føroyar, tá tey ferðast kring Føroyar at umboða Vágs Bóltfelag og Vágsbygd. Vit fegnast um avtaluna og at Suðuroyar Sparikassi vil stuðla ungdómsdeildini hjá VB.”
Vit fegnast um avtaluna og at vera við til at stuðla ungdómsarbeiðinum hjá VB. Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja VB eitt gott kappingarár og góða eydnu í framhaldandi menningini av felagnum, skrivar Suðuroyar Sparikassi á facebook.










