Í vikuni er avtala undirskrivað millum Vágs kommunu og byggifyritøkuna Norcon úr Vági um at fara í gongd við arbeiðið at gera jørðarbeiði og fundamentir til nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum.
- Talan er um eina verkætlan, sum hevur stóran týdning fyri ítróttarumhvørvið í Vági. Við nýggju ljósmastrunum verða umstøðurnar á vøllin munandi betri, serliga í myrku árstíðunum, har ljós er ein avgerandi treyt fyri bæði venjing og kapping.
Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um karmarnar hjá ítróttinum í bygdini, og hetta arbeiðið er enn eitt stig á leiðini at menna økið.
- Kommunan leggur dent á, at nýggju ljósmastrarnar fara at betra um dagliga virksemið hjá ítróttarfelagnum og øllum, sum brúka økið.
Víst verður á, at Norcon, sum hevur høvuðssæti í Vági, fer at standa fyri arbeiðnum.
- Fyritøkan hevur nógv arbeiði at vísa á innan bygging, og sigur seg vera fegna um at kunna loysa hesa uppgávu í heimbygdini.
Tað vóru borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen og Rúni Eyðunsson og Hjalmar Magnussen frá Norcon, sum undirskrivaðu avtaluna.
- Arbeiðið við ljósmastrunum fer væntandi í gongd í næstum, og roknað verður við, at ljósini við fótbóltsvøllin kunnu takast í nýtslu næsta ár, verður lagt aftrat.











