Eingin ivi longur

Nú er allur ivi kveistraður til viks. Alt talar fyri, at gullið fer úr Sundalagnum til høvuðsstaðin. HB spældi meistarafótbólt í móti meistarunum, soleiðis at sunnudagurin gjørdist ein súmbolsk staðfesting av útskiftingini í oddinum

Sokallaða formkurvin peikaði beint hvør sín veg. Heimaliðið HB hevði ikki vunnið í tríggjar dystir, meðan EB/Streymur ikki einans hevði vunnið, men kom til Gundadals við trimum sigrum og eini málúrtøku, sum segði pluss 14 og minus 1, sum ikki er lítið sannførandi. Serliga tá hugsað verður um, at mótstøðuliðini millum annað vóru ÍF og NSÍ.
Men HB vísti styrki. Styrki, sum ger lið til meistarar. HB hevur ikki spælt síðani 31. august. Ein landsliðssteðgur og so ein útsettur dystur hava syrgt fyri hesum. EB/Streymur hevur hinvegin spælt tríggjar dystir upp á eina viku. Men sundalagsmenn kunnu ikki nýta hetta sum undanførslu, at menn vóru móðir. Tí sigurin móti 07 Vestur var lætt keyptur, og seinasta korterið av dystinum í móti bæði NSÍ og ÍF var leikferðin ikki hægri enn hon er undir upphitingini til eina vanliga venjing.
EB/Streymur kundi í roynd og veru ikki havt betri útgangsstøði undan dystinum. Gaman í, so hevði tað verið munandi betri, um Hansen-brøðurnir Arnbjørn og Gert vóru við, men í so máta vantaðu bæði Símun Samuelsen og Gunnar Haraldsen hjá heimaliðnum, so HB var eisini skert munandi.

Kanna sær ikki bitan
At vinna 4-0 á meistarunum, sum hava verið so sannførandi seinastu dystirnar, sigur ikki sørt um styrkina hjá HB. Andrew av Fløtum vil hóast hetta ikki kannað sær bitan enn.
- Tað eru bara fimm stig niður til ÍF. Ein sigur gevur trý stig, so tað kann skjótt venda. Høvdu vit ikki vunnið, so hevði EB/Streymur eisini meldað seg inn í stríðið um fremsta plássið. Tí fegnast vit bara um, at vit við hesum halda EB/Streymi burtur, segði Andrew av Fløtum eftir dystin.
Hann minnir eisini á, at dysturin móti EB/Streymi bara er byrjanin upp á eina strævna viku hjá HB, sum annars bjóðar AB mikukvøldið og so 07 Vestur sunnudagin.
Á heimasíðuni hjá HB loyva tey sær eisini at fegnast um stórsigurin, men eisini har gera tey tað við einum ávísum fyrivarni.
- Gongur tað okkara veg á Argjum mikudagin, byrjar tað alvorliga at verða stuttligt av verða HB viðhaldsfólk. Vit bukka og takka fyri gott undirhald, og fegnast um trý frálík stig, stendur skrivað á hb.fo og soleiðis mugu mong hava tað.

Ov nógvir raka ikki
Við róðrið hjá EB/Streymi er ein maður, sum kennir HB so sera væl. Rúni Nolsøe roynir á ongan hátt at koma við undanførslum. Hann staðfestir stutt og greitt, at avrikið var ikki nóg gott.
- Vit fingu ein ordiligan umgang. Tað var minni munur á liðunum í fyrra hálvleiki og fyrsta hálva tíman vóru vit heilt væl við. Men tað vóru ov nógvir persónligir feilir, vit raka ikki dagin og tað kostar okkum stigini, heldur Rúni Nolsøe.
Sambært honum lá dysturin og vippaði fyrsta hálva tíman.
- Eg føldi tað sum um, at tað liðið, ið fekk fyrsta málið fór at fáa yvirvágina. Tíverri raka vit stongina og so fáa teir eftir mínum tykki eitt nokk so keðiligt mál, sum kemur burtur úr ongum og so koyrir tað bara hjá teimum, sigur Rúni Nolsøe.
Tí er ikki stórt annað at gera hjá EB/Streymi, enn at fylgja ráðunum, sum standa á heimasíðuni hjá EB/Streymi:
- Ná, hesin dysturin er longu gloymdur. Nú stendur KÍ á skránni komandi leygardag, og tá vóna vit, at vit finna góða spælið hjá okkum fram aftur, eins og vit finna netmeskarnar aftur, skrivar eb-streymur.fo.
Tað er nevniliga neyðugt, um EB/Streymur ætlar at halda fast um triðja plássið, ið teir hava í løtuni, tí B36 eru nú ájavnir í stigum við EB/Streym og NSÍ er einans eitt stig aftanfyri.
- Vit hugsa fyrst og fremst um triðja plássið, og tað er nóg mikið at hugsa um. At hyggja eftir øðrum plássi er at hyggja ov langt fram, heldur Rúni Nolsøe.

Einfald mál
Tølini siga okkum, at HB var munandi betra liðið. Soleiðis var eisini. EB/Streymur hevði eitt skot á stongina og eina løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki sá tað hampiliga skilagott út hjá teimum, men annars sat HB á øllum.
Eitt liðavrik úr enda í annan var grundarlagið undir sigrinum. Tað var miðverjin Pál Mohr Joensen, sum byrjaði álopið, sum førdi til fyrsta málið. Hann legði ein langan og høgan bólt fram í vinstra borð, Kristin tók í móti, dróg oman móti baklinjuni og legði so aftur í vøllin, har Andrew stýrdi bóltin væl í netið.
Næsta málið átti Páll Mohr Joensen sín stóra lut í. Hann vann bóltin frá einum mótstøðumanni og fann síðani Fróða heilt undir málinum, sum var komin stunandi fram og einans skuldi seta fótin á.
Fróði var eisini við í triðja málinum, tá hann gjørdi skjótt av og sendi Andrew avstað við einum innkasti. Andrew slapp sær av við Pætur og skoraði síðani trygt einsamallur við René Tórgarð.
Seinasta málið og staðfestingina av sigrinum stóðu Mouritsen-menninir fyri. Kristin stóð fyri forarbeiðinum og Christian umsetti til mál.
Meðan HB hekk væl saman, so gjørdi EB/Streymur tað á ongan hátt. Menn sum Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen og Hans Pauli Samuelsen eru gull verdir, tá tað gongur væl. Men í mótgongd vísa teir á ongan hátt tað, sum kann krevjast av teimum.

-----------------

LEIKARAMETINGAR:

HB

Teitur Gestsson 4
Hevði merkiliga lítið at gera, tá hugsað verður um, hvat mótstøðuliðið var. Tók tað, sum skuldi takast og var tryggur í bæði loft- og útspælinum.

Tróndur Jensen 4
Spældi ein fínan dyst, har hann var tryggur í verjupartinum og eisini kom væl við í framrættaða spælinum.

Jóhan Troest Davidsen 4
Var aftur í miðverjuni har hann hevði tamarhald á bæði mótstøðumonnum og sjálvum bóltinum, tá hann hevði henda fyri føturnar. Eitt sannførandi avrik.

Pál Mohr Joensen 5
Var eins og hin miðverjin ógvuliga sannførandi, ikki minst í nærdystum. Dugdi eisini væl at finna framrættaðu kreftirnar við høgum bóltum úr verjuni.

Alex José dos Santos 3
Brasilumaðurin var ikki so sjónligur, sum hann áður hevur verið, tá restin av liðnum hevur verið í hopla. Røkti tó sínar skyldur til fulnar.

Bárður Olsen 4
Gevur miðvøllinum eina dýpd og støðufesti, tá Fróði fer framvið í álop. Ein ógvuliga góður maður at hava á miðvøllinum.

Fróði Benjaminsen 5
Er ein risi hjá HB. Hóast 35 ár hevur hann spælt flestar minuttir fyri HB í ár. Var einastandandi á øllum økjum, men misnýtti eisini størsta kjansin í dystinum.

Kristin Restorff Mouritsen 5
Dagsins leikari í Gundadali. Hevði ein avgerandi leiklut í framrættaða spælinum hjá HB, var ógvuliga undirhaldandi at eygleiða, og fekk alt at síggja so leikandi lætt út.

Páll Mohr Joensen 4
Spældi sín fyrsta, mens neyvan sín síðsta, dyst frá byrjan. Arbeiðir og stríðist betri enn teir flestu – og tað gevur úrslit. Átti millum annað uppleggið til málið hjá Fróða.

Andrew av Fløtum 5
Hevur ómetaliga stóran týdning fyri HB, og kann einans lastast fyri ikki at skora nóg mikið av málum. Í gjár var eitt undantak í so máta, tá Andrew fekk tvey mál og spældi ein branddyst.

Christian Restorff Mouritsen 4
Landsliðsleikarin var ógvuliga tryggur við bóltinum, og spældi ein fínan dyst har krúnan á verkinum var málið til 4-0.

Bárður J. Heinesen
Spældi ov stutt til, at nøkur meting kann gerast, men hevði tó onkra roynd úti frá, sum René tó fekk vart fyri.

Rógvi S. Holm
Spældi sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í ár, tá hann kom inn á høgra bakk, men ov stutt til at nøkur meting kann gerast.

Heri Hjalt Mohr
16 ára gamli maðurin fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum í stórsigrinum á føroyameistarunum. Ein minnilig løta hjá honum.



EB/Streymur
René Tórgarð 2
Var prísgivin við hvørt einasta mál, og hevði ongar avgerandi bjargingar eins og seinast. Spældi upp á ongan máta illa, men har fóru bara ov mong mál inn til eitt betri støðumet.

Rógvi Egilstoft Nielsen 3
Var lítið sjónligur og skaraði tískil ikki framúr. Í verjupartinum var avrikið á eini leið, men frameftir sást einki til hann.

Marni Djurhuus 3
Rópar, stýrir og gevst ikki, hóast hann ikki sjálvur spælir upp til sítt besta. Besta dømið um hetta var, tá Fróði hevði sett hann og René av, men har Marni á strikuni bjargaði í evstu løtu.

Pætur Dam Jacobsen 2
Miðvallarin hevur annars víst seg sum ein stinnur miðverji, men stóð í fleiri førum skeivt, misti bóltar og sá ikki so gott út.

Jóhannes Hansen 3
Fekk ein tíma á vøllinum, áðrenn Andrew fór illa við honum. Taldist inn til tá millum frægastu leikararnar hjá EB/Streymi, hóast hann sum miðvallari spældi á bakkinum.

Levi Hanssen 3
Var helst frægasti leikarin hjá EB/Streymi í einum kollektivum kollapsi, har hann royndi at arbeiða og flutti seg væl.

Brian Olsen 3
Fær altíð fleiri kilometrar í beinini undir ein dysti, men tóktist at renna til fánýtis. Misti eisini onkrar bóltar og var eitt fet aftanfyri, men royndi kortini at stríðast.

Niels Pauli Danielsen 2
Fall fullkomiliga burtur í millum í slagnum um miðvøllin, har hann annars hevur verið so stinnur saman við Briani.

Hans Pauli Samuelsen 2
Hevði fleiri góðar flytingar og spreiddi spælið væl, men megnaði sum liðformaður ikki at ganga á odda og lyfta sínar menn, tá tað gjørdist tungt.

Gunnar Zachariassen 2
Er gull verdur, tá tað gongur væl, men er ikki nógv verdur, tá tað av álvara sær trupult út. Vísti tó, at tað er rætt, at hann liggur fremst og ikki í borðinum.

Leif Niclasen 2
Rakti stongina við góðum skoti í fyrra hálvleiki, men tað var fyrsta og einasta ferðin, at toppskjúttin í landskappingini vísti seg í dystinum.

Arnar Dam 2
Kom á vøllin og so bleiv støðan 3-0 minuttin eftir. Ein ómetaliga trupul dystur at koma inn í, og innskiftingin av Arnar broytti einki.

Hanus Olsen 2
Miðvallarin fekk sín næsta dyst í bestu deildini á høgra bakki móti HB. Legði eitt vandamikið innlegg, men hevði tað annars trupult í verjupartinum.