Hesi seinastu árini síggjast ikki aftur á 29 ára gamla vágbinginum, Heina Jacobsen, tá ið vit hitta hann á einari fínari kafé í Vestamager, har hann ger seg til reiðar at greiða frá sínum upplivingum í danska herinum.
Tað er ein kafé, sum hoyrir til hansara nýggja íbúðarblokk, sum eitur 8 Tallet. Ein dýrur íbúðarblokkur, sum Heini nú býr í.
Tað er eitt av tí góða við at vera í kríggj – tú fært góða løn. Men lønin uppvigar als ikki upplivingarnar. Minnini hjá Heina fara at fylgja honum restina av hansara lívið, hóast hann nú sigur farvæl til danska herin.
Altíð vilja verið
sum teir í filmunum
Síðani hann var ein blaðungur drongur, hevur hann verið áhugaður í tí, sum herurin hevur at bjóða. Meðan hann og vinmenninir hugdu eftir krígsfilmum við Arnold Schwarzenegger, Chuck Norris og Jean Claude van Damme, sat Heini altíð og droymdi seg burtur í ein annan heim. Heimin, har hann slapp at vera sum teir. Tí vóru tað eingi av hansara vinfólkum, sum hildu tað vera ónatúrligt, tá Heini meldaði seg í danska herin.
Í 2006 tók Heini Jacobsen fyrsta stigið. 14. februar fór hann til upptøkuroynd, og síðani byrjaði harða venjingin á Bornholm í august sama ár. Hann og 47 aðrir ungir menn byrjaðu samstundis, men bert fimm mánaðir seinni vóru teir einans 27 mans eftir á venjingarleguni í Bornholm. Summir vóru mettir at vera óegnaðir til herin, meðan aðrir longdust ov illa heim.
Men ikki Heini. Hann varð verðandi á Bornholm venjingarleguni og øðrum venjingarlegum kring Danmark í trý ár, har hann gjørdi seg til reiðar at fara í kríggj og verja donsk áhugamál. Hóast Heini minnist aftur á tíðina í Bornholm sum læruríka og allarhelst tað, sum bjargaði honum lívið seinni, so var tað eisini hart.
– Vit fóru upp hvønn morgun klokkan 6.30 at vaska okkara kømur. Síðani skuldi vit út at venja, og oftast vóru vit úti í fleiri dagar á rað. Tað var um veturin, so tað var rættiliga krevjandi at liggja úti í náttúruni í fleiri dagar. Men venjingin var hørð, og vit lærdu nógv, sigur Heini.
Tað var eisini her, at Heini og hinir hermenninir gjørdist kammeratar. Eitt orð, sum Heini nýtur mest av øllum, tá ið hann greiður frá tíðini í herinum.
– Á Bornholm gerast hinir menninir tín familja. Tú hevur ikki møguleika at fara heim at eta saman við tíni familju um kvøldarnar, eins og øll onnur gera. Tú ert saman við tínum kammeratum alt samdøgrið, greiður Heini frá.
Í kríggj í 2009
Hetta vinarlagið, sum menninir fingu, var eisini orsøkin til, at Heini als ikki ivaðist í at fara við til Afghanistan, tá ið boðini vóru givin. Tó so var Heini ógvuliga bangin fyri at greiða sínum nærmastu frá síni avgerð um at fara í kríggj.
– Eg visti av, at eg skuldi til Afghanistan átta mánaðir, áðrenn vit fóru. Men eg segði tað ikki fyri nøkrum. Eg var bangin fyri, at tær hugsanir, sum fólk heima í Føroyum hava, fóru at gera meg svakan.
Allarflestu føroyingar kenna ikki til kríggj. Vit hava ongan her í Føroyum, og tí er tað okkum sera fjart.
– Eingin kundi seta seg í mína støðu. Og eg visti, at øll míni nærmastu fóru at halda tað vera løgið, at eg vildi fara til Afghanistan. Fleiri spurdu meg eisini, hví eg vildi fara so langt fyri Danmark, men tað er als ikki tað, sum tað snýr seg um, sigur Heini.
Í hansara hugaheimi hevur støðan hjá fólkinum í Afghanistan, hjá danska fólkinum ella hjá herinum ikki stóra ávirkan á menn, sum velja at fara í kríggj. Teir fara, tí tað snýr seg um kammeratskap og at vera trúgvur móti sínum kammeratum.
– Eg hevði ikki funnið uppá at svikið mínar kammeratar, tá ið vit umsíður vóru bidnir um at fara í kríggj. Tað ger mann bara ikki, sigur Heini.
Sprongdir í luftina
Í august 2009 var tíðin hjá Heina á tryggu leguni í Bornholm liðug. Teir fóru í býin í Bornholm eitt seinasta kvøld, og so kom hernaðarflogfarið og fleyg teir til Kabul. Herfrá gekk leiðin til høvuðsleguna Kamp Bastion, sum er ein sera stór hernaðarlega, sum hevur pláss fyri 28.000 fólkum. Hon liggur mitt í oyðimørkini í Afghanistan í tí sunnara partinum av Helmand landspartinum. Tí eru hermenn úr fleiri londum savnaðir her.
Nú gjørdist veruleikin brádliga álvarsamur, og teir funnu seg sjálvar hinumegin fíggindans mark.
– Eg hugsaði ikki um, at eg kundi doyggja ella koyra á eina minu og missa armar og bein. Ikki tá – men eg gjørdist klókari seinni, greiðir Heini frá.
Eftir 11 døgum í Kamp Bastion skuldu Heini og hansara kammeratar út á eina legu, sum eitur Barakzai. Hendan legan er munandi minni og meira opin enn Kamp Bastion, og hon er tættari við fíggindan og gevur hermonnunum møguleikan at hava eftirlit við, hvat fyrigongur í Taliban hernaðarliðnum. Samstundis er hendan legan ótryggari, tí fíggindin er tætt við, og ein veit ongantíð, hvat kann henda har.
Men bert fáar metrar frá leguni hendir nakað púra óvæntað. Heini hevði tikið sínar oyraproppar úr, tí hann sá sínar vinmenn longri frammi og hugsaði, at nú var trygt. Men so var ikki – teir høvdu koyrt á eina minu.
– Eg minnist bara eitt øgiligt buldur, og at vit vóru sendir fleiri metrar upp í luftina. Sandur var allastaðni, og eg hoyrdi einki. Tá ið eg raknaði við, nam eg við míni bein fyri at tryggja mær, at tey vóru har enn. Síðani rópti eg á teir báðar, sum sótu aftanfyri meg, fyri at vita, um alt var í lagið. Men tá eg so hugdi at Kris, sum koyrdi, sá eg, at hansara høgra lærbein stakk út, og at beinið var dottið av, og at vinstra bein hekk í einum tunnum tráð frá knænum og niður, greiður Heini frá.
Heini gav vinmanninum morfin og sendi boð eftir hjálp. Og tá ið tyrlan kom fram, og greitt var, at eingin onnur mina var rundan um teir, tóku teir vinmannin úr bilinum.
– Tá ið Kris varð tikin úr bilinum róptu teir á meg um at finna hansara bein. Tað lá eftir í sprongda bilinum, sigur Heini.
Ein Black Hawk tyrla var komin eftir teimum, og stóra tyrlan fekk sandin at flúgva runt um oyruni á Heina. Men í øllum ruðuleikanum fann hann beinið hjá vinmanninum og skundaði sær aftur til tyrluna. Illgruni var um, at okkurt var hent við rygginum hjá Heina, so hann varð lagdur á eina børu og borin umborð á tyrluna, har hann svímaði.
Tá ið hann raknaði við aftur, vóru teir heima á høvuðsleguni í Kamp Bastion – í tryggum hondum. Vinmaðurin Kris lá á sjúkradeildini á leguni, og hann hevði mist bæði beinini.
– Eg setti meg undir liðina á Kris á sjúkrahúsinum, og eg helt í hansara hond í fleiri tímar. Eg havi ongantíð grátið so nógv sum tann dagin og ta náttina, greiður Heini frá.
Tað ringasta hendan dagin var tó, at Heini hugsaði um sína familju heima í Vági, og hvussu tey mundu hava tað. Hetta hendi umleið klokkan 05.30 føroyska tíð, og tí fekk mamma Heina eina uppringing frá herinum um náttina, har greitt varð frá, at Heini hevði verið í einari vanlukku.
– Eg slapp ikki ígjøgnum til mammu sjálvur. Eg hugsaði bara, hvussu hon mátti hava tað, og eg vildi so fegin siga henni, at eg hevði tað gott.
Tá ið Heini umsíður fekk fatur á mammu síni, var hon skelkað.
– Eg segði umaftur og umaftur við hana, at eg hevði tað gott, men hon var framvegis púra skakað, sigur hann.
Vildi aftur í hernað
Heini fekk lítlan skaða í ryggin hendan lagnudagin, tá ið ein mina brast undir teimum. Tað førdi við sær, at ein fysioterapeutur valdi at halda Heina í Kamp Bastion í nakrar dagar, meðan hinir vinmenninir fóru út aftur til Barakzai. Tað var ræðuligt at vera einsamallur á leguni.
– Eg sendi boð til kapteinin hjá mær og spurdi, um hann kundi syrgja fyri, at eg slapp út aftur til hinar. Tað var ógjørligt at koma víðari frá hendingini einsamallur, og tí hevði eg tørv á at síggja mínar kammeratar og fáa stuðul frá teimum, greiður Heini frá.
Hetta varð játtað honum, og bert fáar dagar eftir ólukkuna fór hann aftur til Barakzai.
Hóast hendan hendingin var sera skelkandi fyri Heina, so var hon ikki nóg skelkandi til at fáa hann at venda sínum kammeratum bakið.
Ein onnur hending fekk tó Heina til at broyta hugsan.
– Tá ið ein av mínum besti vinmonnum, Mark, gekk á eina minu beint uttanfyri leguna og misti bæði beinini, fekk tað meg at hugsa, at um tað kann henda fyri hann, sum heilt avgjørt var okkara besti maður, so kann tað henda fyri øll, sigur hann.
Heini hitti sínar vinmenn, Mark og Kris, tá ið hann kom heim aftur úr Afghanistan. Tá varnaðist hann, at hóast hann kom aftur í sama líki, so hevði tíðin í Afghanistan oyðilagt teir framtíðardreymar, sum hansara kammeratar høvdu.
Minnini, sum ongantíð fána
Tá ið tað gerst kvirt í íbúðini á Vestamager, og Heini gerst einsamallur við sínum tonkum, tá leitar hann altíð aftur til tíðina í Afghanistan. Tankarnir um heimagjørdu minuna, sum kundi tikið lívið av teimum øllum, rennur honum ofta í huga. Og sálarsjúkan, sum vit so mangan hoyra um, post traumatiskt strongd, er eisini ein veruleiki, sum Heini má liva við. Tá ið hann kom aftur til síni vinfólk í Vági, longdist hann aftur til Bornholm. Har, sum øll skiltu hansara hugsanir.
– Fyrstu tíðina megnaði eg als ikki at fara í dans. Har vóru so nógv fólk, og eg kendi meg ótryggan. Samstundis dugdi eg ikki longur at tosa við fólk um teir føroysku trupulleikarnir, sum brádliga tóktist mær púra uttan týdning, greiðir Heini frá.
Onkuntíð, tá ið Heini vaknar um náttina, veit hann ikki, hvar hann er. Hann kann gerast bangin og halda seg vera afturi í krígsherjaða Afghanistan, har sum fíggindin ongantíð er langt burturi.
– Eg trúgvi ikki, at nakar persónur, sum fer í kríggj, kemur aftur óbroyttur. Vit halda sjálvandi, at tá ið onkur skjýtur eftir mær, so fari eg at vera raskur og púra klárur í høvdinum, men veruleikin er, at ein ongantíð er á einum lægri støði, enn tá ið onkur roynir at drepa teg. Tú ert ikki sum hetjurnar í filmunum. Tú klárar illa nokk at hugsa teg um, greiður Heini frá.
Tá ið Taliban skutu eftir Heina og hansara kammeratum, so skutu teir aftur. Men um hann tók lívið av onkrum, veit hann ikki.
– Eg eri glaður fyri, at vit altíð bardust við ein fígginda, sum var nógvar metrar burturi. Eg trúgvi ikki, eg nakrantíð hevði gloymt tað, um eg sá, at ein patrón hjá mær fór ígjøgnum høvdið á einum øðrum persóni. Fíggindi ella ikki, sigur Heini.
Tá ið Heini tekur samanum tíðina í Afghanistan, sigur hann, at tað var sera hart. Fimm vinmenn hansara doyðu, meðan fleiri vóru særdir.
Ongar hetjur í herinum
5. september er flaggdagurin hjá danska herinum. Tá vera allir hermenn heiðraðir sum hetjur. Men hvør er hetjan, spyr Heini.
– Eg kenni ongan, sum fer til Afghanistan fyri at blíva ein hetja. Vit fara fyri at verja okkara kammeratar og fyri at vísa okkara æru, sigur Heini, sum als ikki kennir seg sum eina hetju eftir sína krígstíð.
Heini hyggur ikki longur eftir krígsfilmum. Hann hevur funnið útav, at eingin er so harður, sum teir í filmunum. Og nú hevur hann sagt farvæl við herin. Hann hevur framvegis ein sáttmála við danska herin, men um stutta tíð byrjar hann á løgregluskúla, tí hansara dreymur er nú at fara heim aftur til Vágs, sum løgreglumaður. Men óansæð hvussu nógv ár Heini leggur millum seg og tíðina í Afghanistan, so er hann vísur í, at minnini um minuna, um vinmenninir Kris og Mark, og um teir deyðu kammeratarnir í Afghanistan ongantíð fara at fána.