Eingin noyðir meg at verða herúti

UNGDÓMUR “Altso, heilt erliga, Sólvá: Blívur tú ikki snedig av at búgva einsamøll harúti í Svínoy?”. Henda spurningin hevur 24 ára gamla Sólvá Eyðunsdóttir Jacobsen mangan hoyrt. Tað eru helst uppaftur fleiri ið ikki nenna sær at fornerma hana við einum so nærgangandi spurningi. Tá hon enn einaferð fekk henda spurningin settan av Oyggjablaðnum, fall svarið beinanvegin: - Eg eri kanska eitt spesiell, av tí at eg framvegis búgvi herúti. Men snedig, nei, tað eri eg ikki, tí eingin noyðir meg til tað. Eg búgvi her í Svínoy av fríum vilja, og eg eri ikki flov av at siga, at eg eri svínoyingur!

Svínoy: - Eg búgvi herúti, av teirri einfaldu orsøk at mær dámar at vera her. Um eg ikki tímdi tað ella eg keddi meg her, ja, so kundi eg tú bara flutt onkra aðrastaðni, slær Sólvá fast.
Hon er ein av teimum hepnu, sum hevur eitt lønandi arbeiði í heimbygdini - í hesum føri á nýggju smoltstøðini í Svínoy.
- Nú havi eg arbeiði herúti, so eg havi ongar ætlanir um at fara nakran veg. Eg havi í øllum førum eitt gott lív.
Hvønn einasta dag fer Sólvá til arbeiðis á smoltstøðini sum tey beint nú eru í ferð við at rigga til framleiðslu. Hetta er einasta arbeiðsplássið í bygdini.
Oyggjablaðið hitti hana ein dag í farnu viku, tá hon var farin til hús í døgurðasteðginum. I dagens anledning hevði pápi hennara gjørt ein góðan døgurða - kókað ræst kjøt, soleiðis at arbeiðsdagurin hjá okkum øllum kundi roynast góður.
- Hetta er í fínasta slag, tí tað eru ikki nógvir aðrir møguleikar fyri arbeiði herúti. Tí eri eg her, hóast eg veit, at nógv onnur ikki høvdu gjørt tað sama sum eg.
- Og var einki arbeiði at fáa her, ja, so hevði eg helst arbeitt okkurt í Klaksvík. Eg meini, - man kann ikki ganga fyri einki í ov langa tíð, sigur Sólvá.
Hon ætlar sær einaferð seinni at fáa sær eina útbúgving. Júst hvørja, hevur hon ikki avgjørt enn, men tað verður okkurt sum hon brennur fyri.
- Tú veitst hvussu tað er: Tað eru altíð onnur sum halda seg vita betri enn tú. Men man skal ikki altíð hugsa um, hvat hini halda og siga.
- Eg ætli mær so at velja tað, sum eg haldi vera rættast og sum er best fyri meg, sigur yngsti borgarin í Svínoy.

Einki mist
Í dag eru eingi skúlabørn í Svínoy, men fyri eini 50-60 árum síðani vóru tey omanfyri 30.
Sólvá var tó so heppin at kunna ganga í bygdarskúlanum í heimbygdini, heilt fram til 9. flokk. Tá hon skuldu taka 10. flokk, varð tað gjørt við skúlarnar í Klaksvík.
Hóast bygdarskúlin var lítil og avmarkaður í ávísum førum, bar saktans til hjá henni at taka meginpartin av framhaldsdeildini í lokala universitetinum.
- Skúlin hevði alt sum kravdist til 9. flokk, og vit høvdu sama lærara - Jógvan Edmund á Geilini - í øllum fakunum. Eg haldi í øllum førum ikki, at eg havi mist nakað.
Bygdin telist ikki millum tær størstu í dag, men um hetta mundið, tá Sólvá gekk í Svínoyar skúla vóru tey upp í 12 skúlabørn.
- Talið av skúlabørnum minkaði tó nakað, tá ein familja flutti inn aftur til Hvannasunds at búgva, greiðir hon frá.
Seinni fór Sólvá á miðnámsskúla, og tók HF-prógv í 2009. Og nú hevur hon so fast arbeiði á smoltstøðini í heimbygdini.
- Eg havi so einki mist, tekur hon uppaftur.

Von at vera ein
Onkur vildi kanska hildið, at tað kann ikki vera nógv hjá einum barni at taka sær til her úti í Svínoy. Hesum er Sólvá tó ikki samd í:
- Nei, her var bæði trygt og gott at vera hjá okkum børnum, og nógv pláss, har vit kundu spæla úti. Vit vóru nøkur børn tá og vit høvdu tað fínt saman, sigur Sólvá, sum spældi serliga nógv við systur sína, sum er tvey ár yngri enn hon.
Júst hetta, at hon er von við at hava fá vinfólk í nánd av sær, er eitt ið er henni til fyrimunar í dag, kann ein siga.
- Ja, tá man er vanur við at man er bara ein her, so kann man gott klára at búgva herúti. At eg eri einasta ungfólkið í bygdini, er í øllum førum ikki nakað eg hugsi so øgiliga nógv um, heilt erliga.
- Eg trúgvi, at tað hevði verið nógvar ferðir verri, um eg skuldi flutt av einum stórplássi og út higar. Tá hevði tað ikki verið tað sama, slær hon fast.

Dagarnir ganga
Sólvá er von við at hava fá børn rundan um seg. Nú hon er farin um tey 24 árini, er hon yngsta fólkið á oynni.
- Men, slær hon fast. - Eg føli meg altso ikki einsamalla herúti, sjálvt um onkur kanska kundi hildið tað.
- Og eg fái so sanniliga dagarnar at ganga, eisini nú ið tað er tann myrka árstíðin.
Hon hevur atgongd til alnetið og teir møguleikar, sum tað gevur fyri samskifti við onnur. Og í barnaheimið er eisini ein parabolur knýttur.
- Sjálvandi behøvist man ikki at hyggja í sjónvarp allatíðina. Eg gangi mær onkutíð ein túr ella eg baki onkrar køkur, lesi onkra bók ella okkurt heilt annað.
- Man kann altíð finna uppá okkurt, um man bara tímir. Og eg tími væl hetta ymiska, slær hon fast.
- Men eitt dugi eg ikki: Eg dugi faktist ikki at binda, men kundi gott hugsað mær at lært tað.




8 til 5
Í eina tíð eru fyrireikingar gjørdar til at lata eina smoltstøð uppaftur her í Svínoy, og er hon nú so smátt farin í gongd.
Hvønn morgun klokkan 8 møtir Sólvá til arbeiðis saman við hinum monnunum á støðini, og fer til hús aftur klokkan 5, bert avbrotin av einum døgurðasteðgi.
- Her er nógv nýtt at læra og nógv at taka hensyn til, so tað er eitt sindur strævið onkutíð. Men eg vænti, at tað verður uppaftur betri, tá eg fari at koma meiri inn í arbeiðið.
- Mær dámar arbeiðið ordiliga væl, og eg vóni at smoltstøðin kann koma væl í gongd og verða verandi her, sigur hon.


3-2 til United
Sólvá arbeiðir á smoltstøðini í Svínoy. Hesa ársins tíð fer hon avstað í myrkri og kemur aftur í myrkri.
Men, fær hon gerandisdagin at ganga? Ella er tað ikki langligt og myrkt at vera her tey longu og myrku vetrarkvøldini?
- Tað hevur gingið soleiðis í 24 ár, so tað man fara at ganga eina tíð aftrat, sigur hon brosandi.
Dagin fyri at Oyggjablaðið vitjaði í Svínoy var nógv at gera á smoltstøðini, og hon var rættiliga móð tá hon kom til hús. Men hon visti allatíðina, at hon mátti ikki sovna, fyrrenn hon hevði sæð yndislið sítt í enskum fótbólti spæla - Manchester United.
- Jú, tað var ein sera spennandi dystur á útivølli ímóti Blackpool. Tonk tær til, - teir vóru aftanfyri 2-0, tá 18 minuttir vóru eftir. Og so megna teir altso at vinna dystin 3-2, sigur ídni United-fjepparin í Svínoy.




ARBEIÐI
- At arbeiða á eini smoltstøð er spennandi, men tað krevur sítt, sigur 24 ára gamla Sólvá Eyðunsdóttir Jacobsen. - Mær dámar væl hetta arbeiðið



HEIMBYGDIN
- Tað er altíð okkurt at gera herúti í Svínoy, hóast eg eri yngsta fólkið, sigur Sólvá Eyðunsdóttir