Eingin smittutilburður seinastu tveir dagarnar

Tríggir persónar smittaðir í løtuni

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár ella fyrradagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Seinastu tveir dagarnar eru gjørdar í alt 1044 kanningar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 160.905 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 497 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 494 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 3 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna