Stýrið í Toll? og Skattstovu Føroya avsannar, at mvg verður tikið av peninginum, sum verður latin hjálparfelagsskapum.
? Av tí, at eingin vøra og eingin tænasta verður latin, men bert peningagávur, so hava vit ikki heimild at taka mvg ella skatt av upphæddini, sum Reyði Krossur i hesum døgum fær inn, verður sagt.
Mvg av bússunum
Av tí, at øll hava verið so fús at rætta eina hjálpandi hond, hevur ikki verið neyðugt hjá Reyða Krossi at keypt nakað í sambandi við innsavningina. Bússurnar eru gjørdar og latnar av Kemilux, og øll arbeiðskraftin er sjálboðin ? og harvið eisini ókeypis.
Men í Danmark hevur Reyði Krossur verið noyddur at keypa m.a. innsavningarbússurnar, og tá hava teir so eisini verið noyddir at goldið mvg.
? So skjótt ein hjálparfelagsskapur fer út og keypir vørur ella tænastur fyri innsavnaðan pening, eru teir noyddir at gjalda mvg, sum øll onnur. Og tað er tað, sum er hent í Danmark. Fer Reyði Krossur í Føroyum at keypa sproytur, rís ella onkra aðra neyðsynjarvøru fyri peningin, sum kemur inn, so verður eisini tikið mvg av tí keypinum. Men lata teir peningaupphæddina beinleiðis til neyðstadda landið, so verður ikki eitt oyra tikið av, staðfestir Toll og Skatt.
Endurgoldið mvg
Velur Reyði Krossur Føroya hóast alt at senda vørur til Asia ístaðin fyri pening, so er tó ein møguleiki at fáa mvg'ið aftur.
? Keypa teir vørur her heima, sum teir síðani senda avstað, eru teir eftir lógini noyddir at rinda mvg'ið av keypinum. Men tað er ein kunngerð, ið sigur, at felagsskapir, ið fáast við vælgerandi endamál, kunnu søkja um at fáa mvg'ið endurgoldið. Men t´eru tað sjálvandi nakrar treytir, sum skulu verða uppfyltar áðrenn, siga tey á Toll og Skatt at enda.
Føroyingum nýtist tí ikki at óttast, at peningurin , teir lata í neyðhjálp, endar aftur í landaskassanum ella statskassanum. Ikki ein króna verður tikin av innsavnaðu upphæddini, tí tað er heilt einfalt ikki loyvt.