Einki verkfall á Svangaskarði

Men hóast báðir partar løgdu øgiliga nógv fyri, so eydnaðist tað ikki botnliðunum at skora mál

Tað endaði 0-0, tá ið B68 og ÍF í kvøld settu punktum fyri 9. umfar í bestu fótbóltslandskappingini.

 

Harvið er staðfest, nú fyrsti triðingur av kappingini er farin, at B68 og ÍF framvegis ikki hava vunnið fulla úrtøku. Bæði B68 og ÍF hava tvey stig og eru undir strikuni og favorittar at flyta niður.

 

Umframt í kvøld hevur B68 vunnið eitt stig ímóti EB/Streymi, og ÍF hevur vunnið stig ímóti B36.

 

Bæði B68 og ÍF vístu fínan hugburð. Frá fyrsta bríksli og til síðsta bríksl løgdu spælararnir nógv fyri, og tað vóru støður, sum kundu borið mál við sær.

 

Størsta møguleikan vann B68 í fyrra hálvleiki, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið. Yngsti maður á liðnum, 17 ára gamli Bartal Páll Klein, tók uppgávuna á seg, men úr ellivu metrum sendi hann bóltin í tvørtræið. ÍF hevði í fyrra hálvleiki bóltin í B68 málinum, tá ið Uros Stojanov eftir innlegg úr høgru og við fínum heilfluktara sendi bóltin í málið, men hjálpardómarin veitraði fyri rangstøðu.

 

B68 var meiri í álopsstøðu enn ÍF, sum var væl skipað í verjupartinum, og sum tíðin leið vóru spentar støður. Villiam Emil Klein hjá B68 sendi úr eitt sindur trongari støðu í brotsteiginum bóltin í stólpan aftanfyri Jákup Jónsson í ÍF málinum, og Jhon Mena sendi eitt sindur úr høgru bóltin í handara stólpa aftanfyri Tórð Thomsen í B68 málinum.

 

 

 

B68 – ÍF 0-0

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Petersen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Villiam Emil Klein

 

Venjari: Jákup á Borg

 

ÍF: Jákup Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum – Elvio Gelmini, Bogi Reinert-Petersen, Tonni J. Thomsen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov, Jhon Mena Perez

 

Venjari: Jákup Martin Joensen