Eitt aftursvar

Heri Mohr

Góði Sonne Smith.
Takk fyri telefonsamrøðuna og títt lesarabræv við aftursvari, viðmerking, til mína
grein í bløðunum í farnu viku.
Fyri mongum Harrans árum síðani sá eg ein franskan film í Keypmannahavn, kanska
var tað Jean Gabin, ið hevði høvuðsleiklutin sum ein desillusionerað eldsál, niðurundirkomin
og sannførd um, at hon - sálin - í veruleikanum var einsamøll: Je suis seul, var niðurstøðan.
Úr einseminum fór maðurin út á gøtuna millum nógv fremmandafólk - smáprátandi
bæði skemtiligt og álvarsamt - og øll gingu sama veg. Sjálvur kom hann í skilagott prát við
eitt tilvildarligt fólk. Tað hugaði hesi eldsál væl. So í einum spurdi hesin tilvildarligi fremmandi,
um hann kendi N.N ella avvarðandi, nú hann vísti samkenslu við luttøku í tí stóru jarðarferðini?
Eldsálin svaraði ikki, men smoygdi seg spakuliga úr fylginum.

Eg havi skrivað eitt ótal av lesarabrøvum (øll - uttan eitt - við navni undir) um almenn mál við
relevans til tilveruspurningar hjá fólki búsett í Føroyum, og her hugsi eg serstakliga um mínar
royndir at upplýsa fólk (eisini politikarar) um blokkstuðulin úr ríkiskassanum til okkara
skúlaverk, heilsuverk og almannaverk. Kanska tørvandi vitan og fávitska hava gjørt sítt til, at
blokkurin er so illa viðfarin og - um ein í hesum føri so kann siga - spottrikin, kanska meira enn tey samkyndu í Føroyum - og tað sigur ikki so lítið.
Vit eiga ikki at gloyma, at næstan allur blokkurin er oyramerktur til gomul, avlamin, sjúk og brekað, og at landsstýrið nú í 5 ár hevur frásagt sær samráðingar við ta donsku stjórnina um neyðuga
dagføring av blokkinum.
Við mínum mongu brøvum eydnaðist mær ongantíð at fáa dialog eitt nú við politikarar, men
tað hevur so sannført meg um, at ringasta svarið at fáa er einki svar at fáa, og at eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.
Blokkskipanin kom í gildi 1. januar 1988, og sambært lógum og viðtøkum varð blokkurin
skipaður í 5 partar:
Almannamál
Heilsumál
Skúlamál
Maskinskúlin
Fiskirannsóknarstovan
Hóast blokkurin - bygnaðurin og endamálið - er góðkendur av Føroya Løgtingi, fasthalda
ávísir politikarar hvør í sínum lagi:
Blokkurin fer aftur í ríkiskassan og er so statt í veruleikanum 0 krónur.
Av blokkinum fara umleið 300 milliónir (av 950 mió.) til rakstur av
tí føroyska samfelagnum.
Minni enn ein triðingur av blokkinum verður brúktur í samfelagnum,
restin verður goymd og skal brúkast, tá ið afturgongd verður í búskapinum.
Blokkurin er til stóran skaða fyri tað føroyska samfelagið.
O.s.fr.
Hetta eru alt pástandir tiknir úr leysari luft og hava so statt einki við veruleikan at gera. Ræðandi
indoktrinering á lágum støði. Men ikki tær at siga; tað óveruliga, tað fiktiva, kann - um tað verður brúkt - lemja mannasálina meira enn tann ítøkiligi veruleikin. Tú hevur óivað lisið Kafka.

Eg kann til stuttleika vísa á eitt ”kuriosum”.
Í løgtingsfíggjarlógini 2002 er undir 20.54.01, Heildarveiting, tilskilað: ”Sambært
løgtingsviðtøku varð avgjørt (eingin lóg ella kunngerð!) at lækka heildarveitingina í 2002
við 366.4 mió. kr., sum svarar til endaliga yvirtøku av skúlamálum og almannaforsorg”.
Í somu løgtingslóg er undir 7.26.6.13, Læraraskúlin, tilskilað: ”Fram til 1. januar 1988
var Føroya Læraraskúli fíggjarliga eitt danskt ”statsseminarium” og beinleiðis á donsku
fíggjarlógini. Eftir hetta er metti kostnaðurin av Føroya Læraraskúla fluttur til heimastýrið
sum ein partur av blokkinum”.




(Nógv annað fór í blokkin - ikki bara læraraskúlin - sum var ”beinleiðis á donsku fíggjarlógini”
t.d. sjúkrakassar og Ríkishospitalið).
Hetta notatið viðvíkjandi Føroya Læraraskúla hevur staðið í løgtingsfíggjarlógunum síðan
2000, altso í fleiri ár, so tað kann eingin ivi vera um, at læraraskúlin fíggjarliga als ikki
er yvirtikin, og at løgtingið í 5 ár hevur játtað læraraskúlanum 70 milliónir við ongari
fígging.
Málsøkini, sum fyri ein part ella fult verða fíggjað við blokkinum, so sum pensiónir, serforsorg,
sjúkrahúsini, Ríkishospitalið, sjúkrakassarnir v.m. - øll lógbundin - fáa ikki tørvandi pening, av tí at blokkfíggingin ikki hevur verið dagførd í 5 ár. Tessvegna rindar landskassin, har ríkiskassin sambært lóg eigur at gjalda.

Sandkasseleg er hittinorð, sum danir speirekandi plaga at taka til!
…*…
Sonne, lat meg enda við tí, sum var orsøkin til okkara brævaskifti.
Tá ið harðast leikaði á við at bjarga peningakervinum og landskassanum undan
administratión, skrivaði eg í september 1993 eina grein í Weekendavisen um
ruðuleikan, sum valdaði her í okkara landi. Greinin æt Politisk eskapisme.
Úr Danmark fekk eg stórt tal av brøvum, og nógvar samrøður vóru við blaðfólk
orsakað av greinini. Fólkatingið (Kirsten Jacobsen, sum eisini vitjaði meg) ringdi
og bað um loyvi at fotokopiera greinina og býta hana út til limirnar í tinginum at nýta
í einum orðaskifti.
Frá einum manni, sum í 1975 helt talaraskeið her í Havn, har Jógvan Sundstein, Jógvan
Arge, Líggjas Joensen og annað gott fólk luttóku, fekk eg drúgt bræv.
Hann skrivaði m.a.: ”(….) Og sidste fredag så jeg din glimrende kronik i Weekendbladet,
som i dag er fulgt op af en større artikel, hvor du er citeret (….). Det er en god kronik, du har
skrevet, dels fordi du sagligt gennemgår baggrunden for Færøernes krise, dels fordi det er
en færing, der skriver det (….). Det fremgår yderligere af den store artikel i dag, hvordan
du flere gange har søgt at råbe vagt i gevær, men er blevet tilsidesat, ja forfulgt af den
sammenspiste klike, der har domineret Jeres øer i alt for mange år (….). Må det projektørlys,
der nu sættes på forholdene, blive anledning til den oprydning, der længe har været påkrævet
(….). Jeg håber for dig, at der er ordentlige og hæderlige folk, der nu indser, at dine protester
var berettigede og anerkender (….)”.

Tað var vælgerandi soleiðis at sleppa at práta við teg, hetta fekk meg eisini at minnast aftur á
filmin fyri 60 árum síðani.