Eitt kristið land?

Nú er ólavsøkan farin, og nú gav landstýrið okkum aftur ein hvøkk. Nú ynskja teir ikki, at tað skal standa í stýrisskipananarlógini at Føroyar er eitt kristið land. Eg má siga, at tað ljóðar løgið, Føroyar hava jú verið kristnar í 1000 ár, eg haldi, at vit skulu vera sera varin, áðrenn vit fara at kasta okkara gamla mentunararv burtur. Fyri eini tíð síðani var tað hjúnarbandslógin sum var álopin, nú er tað hetta, tosaði nakar um glíðibreyt?

 

Tá ið tosað verður um lond, so tosar man um kommunistisk lond, muslimsk lond og kristin lond o.s.fr. hvat skulu vit nú verða, eitt nýtt Albania kanska? Vit sum ikki vóru á ólavssøku, settu okkum við andakt frammanfyri sjónvarpsskíggjan at hyggja eftir ólavssøkugudstænastuni, sum er ein sera hátíðarlig løta. Um vit nú ikki fara at eita eitt kristið land, so fara føroyingar at kunnu velja, onga gudstænastu at hava, kanska kann skrúðgongan, ístaðin fyri at fara í dómkirkjuna, velja at fara í onkran annan bygning í Havn til onkran politiskan fyrilestur, áðrenn farið verður í løgtingið.

 

Vit hava eina halgidagslóg t.d., hana fara vit heldur ikki at nýtast, vit hava eisini eina skúlalóg sum er bygd á eitt kristið grundarlag, tað fer man heldur ikki at taka so álvarsligt, tá íð vit ikki eru eitt kristið land, so hava øll meira frítt spæl. Tað, at vit eita eitt kristið land, inniber tað at vit gera okkara lógir, so tær samsvara kristin sjónarmið. Russiski rithøvundurin, Dostojevski segði einaferð:"Um Gud ikki er, so er alt loyvt!" Tað verður tað sama, um vit fara at lirka tað kristna burturúr okkara samfelag.

 

Eg haldi, at við einum slíkum uppskoti, eru vit aftur farin at gera okkum inn á "tann innara múrin" sum Bergur Debes Joensen skrivaði um.

 

Men eg haldi, at ein samgonga við bara 16 løgtingslimum, plus einum sum hongur í leysari luft, eigur undir ongum umstøðum at avgera slík álvarsmál.

 

Okkara kanska størsti politikari, Jóannes Patursson, skrivaði hesi orðini:

 

Um nú nýggjar øldir líða,

halt á somu leið várt starv,

at vit ikki lata svíða

dugnaloysi til hin arv,

sum vit ervdu fedrum av,

tá skal lyfti, sum tú gav

allan aldur Føroyum tryggja,

Føroyingunum her at byggja!

 

Takk fyri,

Maria Jacobsen